Taliban og herurin í Myanmar sleppa ikki til orðanna

Heimsins leiðarar enda røðurnar á ST aðalfundinum í dag – men uttan Afganistan og Myanmar.

Ósemja um, hvør skal umboða Afganistan í ST, fer eftir øllum at døma at merkja, at restin av heiminum ikki hoyrir frá landinum á ST aðalfundinum.

Tað upplýsa diplomatar í ST fyri tíðindastovunum AFP og Reuters.

Ghulam Isaczai er ST sendimaður hjá Afganistan. Hann er útnevndur av fyrrverandi stjórnini, sum í síðsta mánaði var sett frá valdinum, tá islamistiska rørslan Taliban tók valdið.

Isaczai hevur boðað frá, at hann ikki fer á røðarapallin í dag, sum ætlanin annars var. Tað er síðsti dagur, sum heimsins leiðarar røða í ST.

Hann skuldi havt talað sum síðsta umboð fyri tey 193 limalondini.

Tað var ikki gjørligt at fáa eina greiðari viðmerking frá Isaczai um, hví hann valdi at trekkja seg.

Í síðstu viku bað Taliban um loyvi at røða fyri heimsins leiðarum á ST aðalfundinum í New York City.

Taliban ynskti at tilnevna talsmannin hjá rørsluni Suhail Shaheen sum nýggjan ST sendimann.

Samstundis hevur tann núverandi ST sendimaðurin biðið um at fáa longt loyvi at vera sitandi.

Heldur ikki Myanmar er at finna á røðaralistanum á ST aðalfundinum hesaferð.

Hjá Myanmar eru eisini tveir partar, sum vilja umboða landið í ST. Tann núverandi ST sendimaðurin, Kyaw Moe Tun, umboðar frákoyrdu stjórnina hjá Aung San Suu Kyi.

Stjórn hennara var sett frá við einum kvetti 1. februar.

Til avgerð er tikin um, hvørt valdshavararnir í Afganistan og Myanmar skulu hava loyvi at velja umboð fyri londini, verða núverandi ST sendifólk sitandi.

Nevndin, sum tekur støðu til, hittist eina ferð um árið – vanliga í oktober ella í november.

Sjálvt um tey flestu londini í Vesturheiminum tosa við nýggja Taliban-stýrið í Afganistan, hevur eingin teirra viðurkent rørsluna sum lógliga stjórn landsins.

/ritzau/Reuters

 

Afganistan, har hernaðarliga rørslan Taliban hevur tikið valdið, vil eftir øllum agt døma ikki verða umboðað á røðarapallinum á ST aðalfundinum, tá altjóða leiðarar í dag halda síðstu røðurnar á árliga fundinum. (Arkivfoto) - Foto: Wakil Kohsar/Ritzau Scanpix

Afganistan, har hernaðarliga rørslan Taliban hevur tikið valdið, vil eftir øllum agt døma ikki verða umboðað á røðarapallinum á ST aðalfundinum, tá altjóða leiðarar í dag halda síðstu røðurnar á árliga fundinum. (Arkivfoto) - Foto: Wakil Kohsar/Ritzau Scanpix