Taliban lovar at útlendingar eru tryggir í Afganistan

Hernaðarliga rørslan upplýsir á tíðindafundi, at kvinnur kunnu taka útbúgving, men innan fyri islamiska lóg.

Taliban hevur í dag havt sín fyrsta tíðindafund í afganska høvuðstaðnum Kabul.

 

Har vissar ein talsmaður fyri hernaðarligu islamistisku røsluna, at »eingin amerikanara ella aðrir úlendingar skulu líða« í Afganistan.

 

Talsmaðurin Zabiullah Mujahid vísir til eitt nú útlendskar sendistovur og altjóða stovna, sum enn kunnu virka í landinum.

 

– Eg skal vissa tykkum um, at vit ikki loyva nøkrum at gera nakað ímóti tykkum. Tit eru trygg, sigur Zabiullah Mujahid á tíðindafundinum, har eisini journalistar eru til staðar.

 

Zabiulla Mujahid sigur víðari, at »vit hava ikki agg til nakran. Vit vilja fegin liva friðarligar uttan innanlands ella uttanlands fíggindar«.

 

Eisini rættindin hjá kvinnu vóru umrødd á tíðindafundinum.

 

##med2##

 

Kvinnur kunnu arbeiða og taka útbúgvin »innan fyri karmarnar av islamiskari lóg«, verður sagt.

 

Ein islamisk stjórn verður somuleiðis skjótt kunngjørd, upplýsir Taliban.

 

Talsfólk fyri ST, Stephanie Dujarric, segði í dag eftir tíðindafundin, at Taliban má halda síni lyfti.

 

– Vit verða noydd at síggja, hvar fer at henda, og eg haldi, at vit eru noydd til at síggja tað henda í veruleikanum, um teir halda lyftini, sigur hon.

 

Sambært uppslag á Twitter frá øðrum talsmanni er Mullah Abdul Ghani Baradar, ovasti politiski leiðarin hjá rørsluni, í dag komin til landspartin Kandahar úr Dhoa í Qatar.

 

Taliban hevði seinast valið í Afganistan frá 1996 til 2001. Tá máttu kvinnur til dømis ikki ganga í skúla.

 

##med3##

 

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, upplýsti í dag, at flogvøllurin í Kabul nú er tryggjaður, og at nøkur sivil flogfør kunnu flúgva til og frá flogvøllinum.

 

Flogvøllurin varð stongdur í gjár klokkan 20 lokala tíð. Tað var tí, at fleiri hundrað sivil fólk gjøgnum dagin høvdu trokað seg út á flogvøllin í desperatari roynd at sleppa burtur við flogførum, eftir at Taliban hevði hertikið Kabul.

 

Eitt danskt hernaðarflogfar við donskum sendifólki er síðani farið úr Kabul.

 

Danska uttanríkisráið kann tó ikki upplýsa, um flogfarið fer at flyta burtur donsk starvsfólk og afganarar, sum hava hjálpt Danmark, út úr Afganistan og til Danmarkar.

 

/ritzau/Reuters

 

##med4##