Islamistsika hernaðarliga rørslan Taliban hevur tikið fimtstørsta býin í Afganistan, Jalalabad.
Tað upplýsir ein stjórnarkelda og ein hernaðarkelda fyri tíðindastovuna Reuters.
Býurin var ein av seinastu býum, sum afganska stjórnin hevði ræði á, men fall uttan bardaga tíðliga í morgun.
– Tað eru eingir samanbrestir í Jalalabad, tí guvernørurin hevur givið seg yvir til Taliban, sigur embætismaður á staðnum.
– At geva Taliban atgongd er einasti máti at bjarga mannalívum.
Jalalabad var sambært amerikanska Institut for Peace ein av einstu tryggu vegum út úr Kabul fyri eitt nú flóttafólk.
Hertøkan er bara tann seinasta av mongum hjá Taliban, sum rættiliga er farin at gera um seg í Afganistan, eftir at lond úr vesturheiminum hava tikið herdeildir sínar aftur.
Upp á stutta tíð hava hernaðarligir islamistar megna at tikið valdið á býum sum Kandahar, Ghazni og seinast Mazar-i-Sharif.
Samstunds nærkast Taliban høvuðsstaðnum, Kabul, sum tey hótta við at taka.
Sjálvt um Taliban enn ikki hevur megnað at taka Kabul, hava hertøkurnar av størru býunum stóran hernaðarligan týdning fyri stríðið um Afganistan.
Hertøkan av syðra býbyn Ghazni merkti eitt nú, at øll samferðsla millum Kabul og syðra Aftanistan var kvett. Hertøkan av Jalalabad forðar fyri einum av einastu tryggu vegunum til Pakistan.
Við Talini á framferð hava fleiri lond mett seg noydd at sent herdeildir av nýggjum til landið fyri at fáa starvsfólk á sendistovum úr landinum.
USA hevur sent tilsamans 5.000 hermenn fyri at tryggja, at amerikonsk starvsfólk á landsins sendistovu í Kabul trygt kunnu fáast heim. Noreg sendir hermenn til Afganistan fyri at gera tað sama.
Danmark tekur eisini síni fólk á sendistovuni í Kabul heim.
/ritzau/