Taliban hevnir Osama bin Laden

Í útnyrðingspartinum av Pakistan hevur ein sjálvmorðsatsókn at eini løgreglustøð kravt 24 mannalív. 45 fólk eru særd. Pakistanska deildin av Taliban hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknini, og deildin sigur, at atsóknin er hevnd fyri, at amerikanararnir tóku Osama bin Laden av døgum.

Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at tey flestu, sum lótu lív, vóru løgreglumenn.

Hetta er annað hevndarálopið hjá Taliban. Fyri nøkrum døgum síðani søkti rørslan at einari herflotastøð í pakistanska býnum Karachi. 10 fólk lógu eftirá.