Tað eru nevniliga 102 ár í dag, síðan Afganistan, sum hevði verið undir bretskum eftirliti, gjørdist sjálvstøðugt land. Men, samstundis sum frælsisdagurin verður hildin, vita altjóða miðlar at siga, at Taliban er farið at jagstrað fólk, sum tey halda hava arbeitt fyri USA og Nato-herliðini í landinum.
Mótmælisfólk við afganskum flaggi hava í dag eisini mótmælt, at Taliban hevur tikið valdið í Afganistan. Sagt verður, at Taliban hevur lopið á mótmælisfólk í býunum, Asadabad og Khost, og Reuters sigur seg vita frá eygnavitnum at siga, at fleiri fólk eru dripin.
Sambært The New York Times hevur Taliban leitað eftir afganarum, sum hava arbeitt fyri USA og Nato, og sagt verður, at hetta hava tey eisini gjørt við flogvøllin í Kabul. Taliban skal hava hótt við at handtaka og drepa familjur, um tey ikki kundu siga, hvar fólk eru, sum leitað verður eftir.
Á tíðindafundi hava umboð fyri Taliban sagt, at tey fara ikki at hevna seg móti fólki, sum stuðlaðu stjórnina í landinum sum sat, meðan útlendskar herdeildir vóru í Afganistan, men nú skriva altjóða miðlar, at ST-skjøl prógva júst tað øvuta.
Sambært altjóða miðlum prógva skjøl eisini, at umboð fyri Taliban hava gingið frá hurð til hurð og hava handtikið og hótt fólk, sum eru skyld við fólk, sum tey leita eftir, og Taliban heitir eisini á fólk, sum tey vilja hava fatur á, um at melda seg sjálvi.
Sagt verður, at Taliban serliga hava áhuga fyri fólki, sum eitt nú hava starvast fyri herin og fólki, sum eru í starvi hjá løgreglun. ST skal eisini hava fingið hendur á einum skjali til ein persón, har viðkomandi verður ávaraður um, at um hann ikki fylgir boðunum frá Taliban, verður familja hansara viðfarin eftir sharia-lóg.
- Vit hava fingið fráboðanir um, at Taliban heldur afganarum aftur, sum ynskja at sleppa úr landinum. Vit vænta, at allir amerikanskir borgarar, triðjalands borgarar og allir afganar, sum ynskja tað, sleppa úr landnum í tryggleika, sigur vara uttanríkisráðharrin í USA, Wendy Sherman, við altjóða miðlar í dag.