Islamski felagsskapurin Taliban, ið hevði valdið yvir Afganistan fram til amerikansku innrásina í 2001, er enn ein støðug hóttan í landinum. Tað vísir ein nýggj kanning, ið tíðindastovan BBC hevur gjørt.
Í kanningini hjá BBC verður staðfest, at felagsskapurin einans hevur ræðið yvir fýra prosentum av landinum, men er aktivt í 66 prosent av landinum. Kanningararbeiðið hjá tíðindastovninum vísir, at valdið og ávirkanin hjá islamska felagsskapinum er voksið munandi síðan fleiri útlendskar herdeildir fóru úr landinum í 2014.
Kanningin staðfestir, at Taliban hevur fult ræði yvir 14 økir í landinum og er virkin í 263 øðrum landspørtum. Sambært kanningini hevur Taliban einki virksemi í 122 landspørtum.
Í økjum, har mett verður at felagsskapurin er sera virkin, skipar felagsskapurin fyri áhaldandi álopum móti stjórnini og afganska herinum, skrivar BBC.
Sambært BBC, so hevur stjórnin afturvíst úrslitið av kanningini, og víst á, at hon hevur tamarhald á meginpartinum av landinum.