Taliban: Ein útseting fer at fáa avleiðingar

- Um USA ella Bretland ynskja meira tíð til afturtøku er svarið nei. Hetta fer at fáa avleiðingar, sigur talsfólk hjá Taliban, Suhail Shaheen, við Sky News.

Amerikanski forsetin fer væntandi í dag at gera av, um afturtøkan av herdeildunum skal útsetast.

 

 

Amerikanski forsetin fer væntandi í dag at gera av, um afturtøkan av herdeildunum í Afganistan skal útsetast. Almenna freistin hjá USA og tess sameindu at fara úr landinum er hin 31. august, sum er týsdagin í næstu viku.

 

Í ljósinum av kaotisku viðurskiftunum í Afganistan og serliga kring flogvøllin í Kabul, har fleiri túsund framvegis bíða eftir at sleppa úr landinum, eru tað alt fleiri, sum halda, at neyðugt er at útseta endaligu afturtøkuna.

 

Seint í gjár upplýsti talspersónur fyri Hvítu Húsini, at forsetin fer at koma við einari avgerð um møguliga útseting innan 24 timar, veit tíðindastovan Reuters at siga. 

 

Sambært tíðindastovuni hevur Joe Biden framvegis ikki tikið endaliga avgerð hesum víðvíkjandi. Av trygdarávum mæla einstakir ráðgevar hjá forsetanum honum til at halda seg til upprunaligu freistina hin 31. august.

 

Sum skilst, skal forsetin hitta leiðararnar í G7-londunum seinnapartin í dag, áðrenn hann fer at kunna amerikanska fólkið um støðuna í Afganistan.

 

Samstundis, sum ráðgevar hjá Joe Biden ávara forsetan um at útseta, heldur onkur av floksfeløgum hansara tað vera møguligt at flyta øll, sum ynskja tað, úr Afganistan innan eina viku.  

 

Adam Schiff, leiðari fyri fregnartænastunevndini hjá amerikansku kongressini hitti miðlarnar, eftir at hann hevði fingið eina hóttanarmeting av støðuni í Afganistan. Her vísti hann á, at umframt nógvar amerikanarar, eru eisini ein røð av tulkum, afganskum tíðindafólkum og kvinnuligum leiðarum, sum mugu sleppa úr landinum.

 

- Eg dugi illa at ímynda mær, at hetta skal eydnast innan hesin mánaðurin er liðugur, segði Adam Schiff sambært CNN.

 

Hann helt, at hóttaninar móti flogvøllinum í Kabul eru bæði eftirfarandi og umfatandi og segði, at hetta hevur hann brúkt nógv tíð til at hugsa um. Hann helt eisini, at flogvøllurin er eitt ógvuliga attraktivt mál hjá IS, sum hann tók til.

 

Sunnudagin segði amerikanski forsetin, at hann vónaði at kunna halda seg til freistina, men hann avvísti ikki, at tað kann gerast neyðugt at útseta freistina. Hetta hevur fingið Taliban at ressast og ávarað tey sameindu um at handa seg til tíðarætlanina.

 

- Um USA ella Bretland ynskja meira tíð til afturtøku er svarið nei. Hetta fer at fáa avleiðingar, sigur talsfólk hjá Taliban, Suhail Shaheen, við Sky News.

 

##med2##

 

Amerikanski forsetin fer væntandi í dag at gera av, um afturtøkan av herdeildunum skal útsetast.

Viðurskiftini í Afganistan og serliga kring flogvøllin í Kabul eru kaotisk.