Taliban bumbar skúlar

Uppreistrarmenn hjá Taliban hava oyðilagt ein dreingjaskúla og húsini hjá fleiri lokalum leiðarum í pakistanska landspartinum Bajaur, sum er tætt við afghanska markið.

Pakistonsku myndugleikarnir siga, at menn hjá Taliban sprongdu ein dreingjaskúla og seks hús í luftina, men einki verður sagt um, at álopið kravdi mannalív. Taliban og pakistanski stjórnarherurin hava verið í hørðum bardøgum í Bajaur síðani í august í fjør. Taliban hevur fyrr hótt við at oyðileggja allar skúlar og serstakliga gentuskúlar.