Men útlitini eru ikki tey bestu, tí leiðslan í Taleban hevur sagt, at hon er ikki sinnað at tingast við stjórnina í Kabul, so leingi fremmandir hermenn eru í landinum. Teir eru í løtuni umleið 70.000 í tali, og teir skulu allir av landinum, áðrenn nakrar tingingar kunnu verða, sigur Taliban.
Hesum kravi hevur Hamid Karzai, forseti, víst aftur. Hann hevur boðið sær til at tingast við leiðaran hjá Taliban, mullah Omar, men hesin hevur higartil sagt nei. Men Taliban-rørslan er ikki samd, og afghanska stjórnin sigur seg hava vónir um at fáa samband við hóvligar bólkar í rørsluni og onkran av teimum ovastu leiðarunum.
Av teimum fremmandu hermonnunum í Afghanistan eru 32.000 amerikanarar, men amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, hevur sagt, at USA er til reiðar at góðtaka eina semju millum afghonsku stjórnina og Taliban. Harafturímóti fer USA ikki at góðtaka nakra semju, sum umfatar al-Qaeda, sum á ávísum økjum er rættiliga nær tengt at Taliban.










