Taliban boðar frá fleiri álopum í Afghanistan

Taliban kunngjørdi í gjár, at rørslan hevur fyrireikað fleiri álop ímóti NATO-deildunum og teimum amerikonsku hermonnunum í Afghanistan. Í boðunum frá Taliban stóð, at talan er um eitt veruligt átak, sum byrjar í morgin, og málið er at søkja at útlendskum hermonnum, afghonskum tænastumonnum og útlendskum diplomatum.

Álopini verða gjørd sum sjálvmorðsatsóknir og við vegjaðarabumbum.

Afghanski verjumálaráðharrin, Abdul Rahim Wardak, segði í gjárkvøldið, at einki hald er í hóttanini frá Taliban.

-Hatta er bara propaganda, segði hann.