Fyrrapartin í gjár boðaði Henrik Larsen, landsliðsvenjari, sum var á veg aftur til Keypmannahavnar, eftir at hann hevði verið í Kristiansand og sæð Toda Jónsson spælt, frá, hvørjar spælarar hann vil hava at umboða Føroyar, tá ið Kypros mikudagin 17. august kemur henda vegin at spæla HM undankappingardyst.
Mikukvøldið hevur sannført venjaran um, at Todi Jónsson skal vera við. Umframt hann eru sammett við dystin móti Írlandi í juni Kári Nielsen og Bárður Johannesen úr HB nýggir á liðnum. Todi Jónsson og Kári Nielsen loysa Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson av. Julian er langtíðarskaddur, og Fróði er leikbannaður.
Símun Samuelsen úr VB, sum júst er fluttur til Keflavíkar, hevur verið ógvuliga eyðsýndur fleiri tær seinastu ferðirnar, men venjarin hevur ikki mett, at hann skuldi fáa møguleikan hesa ferð.
Jákup Mikkelsen er eisini leikbannaður. Tí hevur Bárður Johannesen fingið boð. Móti Írlandi vandi Gunnar Nielsen saman við Jákupi Mikkelsen og Jens Martini Knudsen, og hesa ferð verða tað Bárður Johannesen og Gunnar Nielsen, sum fara at stríðast um næsta málverjuplássið. Eingin ivi er um, at Jens Martin Knudsen fer at verja málið annað mikukvøld á Svangaskarði.
Útisetarnir
Merkisvert er tað, at talið á útisetum, sum eru á landsliðnum, aftur er farið at fjølgast, eftir at tað eitt skifti hevur verið minkandi. Hesa ferð eru átta av nítjan spælarum úr útlendskum feløgum.
Rógvi Jacobsen kemur úr Íslandi, Todi Jónsson úr Noregi, Claus Bech Jørgensen úr Onglandi og úr Danmark koma Súni Olsen, Johan B.Hansen, Gunnar Nielsen, Andrew av Fløtum og Jón Rói Jacobsen, sum hevur verið so mikið plágaður av skaða í aðrari stórutáini, at hann ikki var førur fyri at spæla, tá ið fyrsta umfarið sunnudagin var í næstbestu donsku deildini.
Landsliðsspælararnir skulu hittast mánadagin 15. august. Umfarið í Formuladeildini annað vikuskiftið verður sambært skipanini spælt leygardagin, so spælararnir fáa eyka hvíludag, áðrenn teir fara undir fyrireikingarnar til mest spennandi avbjóðingina í hesi HM undankappingini.
Teir nítjan, sum hava fingið landsliðsboð, eru Jens Martin Knudsen og Christian H. Jacobsen, NSÍ, Ingi Højsted, B36, Óli Johannesen, TB, Mortan úr Hørg, VB, Atli Danielsen og Heðin á Lakjuni, KÍ, Jákup á Borg, Kári Nielsen og Bárður Johannesen, HB, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, Johan B. Hansen, Horsens BK, Gunnar Nielsen og Jón Rói Jacobsen, FREM, Rógvi Jacobsen KR, Claus B. Jørgensen, Coventry, Súni Olsen AaB og Todi Jónsson, Start Kristiansand.