Talið á stjórum og leiðarum er tað sama

Talið á leiðarum í Glasi er tað sama sum tað var, tá ið skúlarnir vóru hvør sær

 

 Tað eru hvørki fleiri ella færri stjórar og leiðarar í Glasi, enn tað vóru tá ið skúlarnir vóru hvør sær.

 

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu leiðsluviðurskiftini eru á Glasi nú, afturímóti, hvussu tey vóru, áðrenn skúlarnir vórðu samanlagdir.

 

Rigmor Dam sigur, at tað er avgerðandi at skilja, at Glasir er ikki ein bygningur, men ein skúl, sum er samanlagdur av trimum skúlum, studentaskúlanum, Handilsskúlanum og Tekniska skúla.  Sostatt er leiðslubygnaðurin ikki tengdur at einum bygningi, leggur hon afturat.


Men hon heldur, at skal ein so umfatandi samanlegging eydnast, er tað avgerandi, at starvsfólkini kenna sín leiðara, og at leiðarin kennir síni starvsfólk.

 

Og hon sigur, at tað ber bara til, tá ið hvør leiðari ikki hevur ov nógv starvsfólk undir sær.

 

– Ein tung umsitingarlig skipan er ikki nakar fyrimunur í sambandi við eina samanlegging, men ein greið, sjónlig leiðsla, ger, at starvsfólkini fáa tættari tilknýti til leiðaran og leiðarin kemur betur at kenna síni starvsfólk – bæði styrki og veikleikar, sigur Rigmor Dam.

 

Hon sigur, at í leiðsluni í Glasi eru ein rektari, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina, ein dekanur, sum hevur ábyrgdina av hægri- og víðari útbúgvingum, umframt tveir útbúgvingarstjórar, sum hava ábyrgdina av gymnasialum miðnámi og yrkisrættaðum námi og harafturat er ein umsitingarstjóri, sum hevur ábyrgd av umsiting skúlans.

 

Hon skoytir upp í, at harumframt eru seks deildarleiðarar, sum hava starvsfólka og fakliga ábyrgd av lærarahópinum, tríggir útbúgvingarleiðarar, sum hjálpa útbúgvingarstjórunum at umsita útbúgvingarnar og næmingarnir, ein KT-leiðari, ein fyrisitingarleiðari, ein fíggjarleiðari og ein tekniskur leiðari.

 

Men við tað, at nøkur av omanfyri nevndu fólkum eisini undirvísa, er tað bara ein partur av lønunum, sum burturav er fyri leiðslu.

Og samanumtikið er niðurstøðan, at umroknað til fulla tíð, eru 13 ársverk í leiðsluni í Glasi í dag, og tað er sama tal, sum var undir gamla bygnaðinum. Somuleiðis er fyrisitingin annars at kalla tann sama nú, sum hon var.