?Í oktober í ár vóru 23.643 løntakarar í Føroyum og tað er áleið tað sama sum undanfarnu mánaðir.
Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt.
Gongdin vísir eisini, at síðan í summar hevur tað verið ábending um eina lítla afturgongd.?
Tá hugt verður eftir gongdini í høvuðsvinnuunum, sæst, at síðan á heysti 2008 hevur tað verið minking í byggivinnu og privatum tænastuvinnum. ?
Í fiski- og alivinnuni vendi afturgongdin á heysti 2011, og har hevur síðan verið ein framgongd, sum hevur megnað at viga upp ímóti afturgongdini í byggivinnu og privatum tænastuvinnum.?
Í almennum tænastum hevur so at siga ongin broyting verið í trý ár, sigur Hagstovan.
Talvurnar báðar vísa gongdina seinastu tíðina









