Talið á ferðsluóhappum lækkar alsamt

Men enn er ferðslutrygdin í Føroyum nógv vánaligari enn í hinum Norðurlondunum

 Hóast talið á bilum økist alsamt, er talið á ferðsluóhappum munandi minka hesi seinastu árini. Tað vísa hagtøl í ársfrágreiðingini hjá Landsverki, sum akkurát er liðug.

 

Landsverk vísir á, at arbeitt verður alla tíðina við at gera vegirnar tryggari. Betri uppmerking, rumlifoyrur, týðilig skelting og strikur á vegunum, bøta um trygdina hjá teimum ferðandi.

 

Og tað sæst aftur, í hóast talið á bilum er methøgt, er talið á ferðsluóhappum minkað javnt og samt og sum heild hevur talið ikki verið lægri enn tað sama hesi seinastu nógvu árini.

 

Rundan um aldarskiftið og tey fyrstu árini á hesi øldini, vóru yvir 1000 ferðsluóhapp fráboðað løgreluni hvørt einasta ár. Nøkur ár var talan um eini 1300 ferðsluóhapp, sum løgreglan fekk boð um hvørt einasta ár.

 

Men serliga eftir 2006 er talið á óhappum farið at minkað og hesi seinastu átta árini hava tey ligið ímillum 400 og 800 óhapp um árið. Hesi seinastu fáu árini hevur løgreglan fingið boð um eini 500 ferðsluóhapp um árið, so talið er næstan tveir triðingar minni enn tað var fyri 15-20 árum síðani.

 

Talið á teimum, sum meiðsla seg í ferðsluni, ella lata lív í ferðsluni, er eisini minkað, men talan er um lítil tøl, so tey sveiggjað nógv.

 

Fyri nøkrum árum síðani var tað ikki óvanligt, at tað vóru eini 70-80 ferðsluóhapp um árið, har fólk meiðslaðu seg, men hesi seinastu árini er talið fallið niður í eina helvt, ella niður í eini 30-40 óhapp um árið. Hesi seinastu árini eru tað eini tvey – trý fólk, sum hava latið lív í ferðsluni um árið. Men hóast talið er lítið, er tað upp á seg, nógv hægri enn í hinum Norðanlondunum

 

Í hinum Norðanlondunum doyggja eini trý-fýra fólk um árið í ferðsluni fyri hvørji 100.000 fólk, men í Føroyum er tað tvær ferðir so høgt, tí her doyggja nevniliga fýra-seks fólk í ferðsluni um árið fyri hvørji 100.000 fólk.