Minst 429 fólk hava latið lív í flóðalduni, sum rakti Indonesia leygardagin. 128 fólk eru framvegis ikki komin afturíaftur, og 1400 fólk hava fingið skaða.
BBC skrivar, at bjargingarfólk leita eftir fólki í rakta økinum, og roknað verður við, at talið á deyðum fer at vaksa enn meira.
Felagsskapurin UNICEF ávarar um, at umfarssótt kann fara at gera um seg, og serliga børn eru í vanda fyri at blíva sjúk.
Talsmaður fyri myndugleikarnar sigur við BBC, at nú skal ein nýggj ávaringarskipan gerast, tí verandi skipan gav ikki boð, um at ein flóðalda var á veg. Sagt verður eisini, at partur av ávaringarskipanini hevur ikki riggað síðani 2012.