Talið á deyðum aftan á vanlukkuna á Love Parade-festivalinum í týska býnum Duisburg í gjár er nú komið upp á 18. Tey 18 vórðu kroyst ella traðkað í hel, tá órógv kom á mannamúgvuna við ein tunnil við høvuðsinngongdina.
Sambært fyrireikarunum vóru meiri enn 1,4 millión fólk til festivalin, men myndugleikarnir halda ikki, at talið var so stórt.
Týski forsetin, Christian Wulf, harmaðist í gjárkvøldið vanlukkuna, og hann segði seg hava samkenslu við teimum, sum mist hava. Tað sama segði kanslarin, Angela Merkel.
-Hesi ungu fóru at hugna sær og møttu ístaðin fyri deyða og oyðilegging. Eg eri skelkað og sera hørm um tað, sum hendi, segði Angela Merkel.










