Talið av vakmyndatólum veksur støðugt

Talið av vakmyndatólum í Føroyum veksur støðugt. Í 2007 varð ein kunngerð um fráboðanarskyldu sett í gildi. Sambært nýggju reglunum í kunngerðini skulu øll vakmyndatól fráboðast Dátueftirlitinum, og síðani eru tilsamans 943 vakmyndatól fráboðað, harav 52 higartil í ár.

- Fráboðan um vakmyndatól skal latast Dátueftirlitinum í seinasta lagi 30 dagar, áðrenn vakmyndatólið skal setast upp.

Tað sigur Dátueftirlitið á síni heimasíðu í dag.

- Vit fáa alt fleiri fyrispurningar um at hava vakmyndatól á ymiskum almennum støðum. Tí vilja vit gera vart við nøkur viðurskifti, sum dátuábyrgdari eigur at vera varugur við, um ætlanir eru um at seta vakmyndatól upp.

Dátueftirlitið vísir á, at í fyrsta lagi skal dátuábyrgdarin gera sær greitt, um tað veruliga er neyðugt við eftirliti. Tað finnast kanska aðrir møguleikar, sum kundu loyst trupulleikan.

- Vit meta, at vakmyndatól í stóran mun eru skerjandi fyri persónliga frælsið, og at slík tól tí eiga at verða nýtt við størsta varsemi, og bert tá tað er neyðugt. Tí eru greiðar reglur fyri, nær vakmyndatól kunnu nýtast.

Dátueftirlitið sigur, at tað bert er loyvt at hava eftirlit við egnari ogn, og at vakmyndatólið ikki má vísa alment øki ella almenna ferðslu.

- Tað skal altíð vera sjónliga eyðmerkt, at økið er undir eftirliti, og hvør tað er, sum fremur eftirlit. Meginreglan er, at upptøkurnar eiga at vera strikaðar eftir 14 døgum, men í serligum føri kunnu upptøkurnar goymast í 30 dagar.

Dátueftirlitið sigur, at eftirlit ikki skal vera við fólki, sum eru í heimligum ella privatum umhvørvi, ella har tey vænta diskretión, eitt nú í svimjihøll ella hjá lækna.

Vegleiðing um vakmyndatól kann lesast á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.