Talið av umsøkjarum til miðnám er minkandi

Aftur færri hava søkt inn á miðnám, og í ár komu 91 umsóknir færri enn í fjør

Tá ið freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar var úti á midnátt í gjár, vóru 919 umsóknir komnar inn. Hetta eru 91 umsóknir færri enn í fjør, ið er ein minking á 10 prosent.

Eins og undanfarin ár eru tað fleiri gentur enn dreingir, ið søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum, og tað er hægsta talið síðan 2015.

40% av øllum umsøkjarunum vilja sleppa inn á hug- ella náttúrubreytina. Síðan 2015 eru gentur betri umboðaðar á øllum gymnasialu breytunum uttan á búskaparbreytini og tøknibreytini.

Gentur hava eisini betri umboðan á heilsuútbúgvingunum. Dreingir eru hinvegin betri umboðaðir á yrkisútbúgvingunum og á serligu tilboðunum.

Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið í støðugari minking, til samans er talan um 301 færri umsóknir ella eina minking á 25 prosent.

##med2##

Meðan gongdin á miðnámi hevur verið minkandi, er talið av lærusáttmálum hækkað við 91 í tíðarskeiðinum 2015-2019. Hetta svarar til ein vøkstur á 32 prosent.

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar hósdagin 23. apríl 2020.

https://undirvising.fo/upload/tinymce/1713cea2cad52cfcfadf713db0032769c4489d70.png