Talið av myrdum tíðindafólki tað lægsta í 16 ár

Kring heimin eru 49 tíðinafólk dripin í ár. Latínamerika er eins vandamikið sum Miðeystur.

49 fjølmiðlafólk eru dripin kring heimin í 2019. Tað er lægsta talið í 16 ár, upplýsir felagskapurin Journalistar uttan Landamørk í dag.

Seinastu 20 árini eru umleið 80 tíðindafólk í miðal dripin um árið í sambandi við arbeiði, upplýsir felagsskapurin, sum hevur heimstað í París og sum er kendur undir stavunum RSF.

Í ár er tað serliga í sambandi við stríðið í Yemen, Sýria og Afghanistan, at tíðindafólk eru dripin.

Men eisini í ávísum øðrum londum, sum verða hildin at vera friðarlig, er talið av dripnum tíðindafólk óhugnaliga høgt. Tað sigur leiðarin í felagsskapinum, Christophe Deloire.

Bara í Mexico eru tíggju tíðindafólk dripin í ár.

– Latínamerika, við tilsamans 14 drápum á tíðindafólk, er vorðið eins vandamikið sum Miðeystur, sigur Christophe Deloire.

Meðan færri tíðndafólk doyggja, so verða fleiri fongslað. Í 2019 vórðu umleið 389 fongslað.

Trý lond, Egyptaland, Kina og Saudi-Arabia, stóðu fyri nærum helminginum av hesum fongslingum.

Saudi-Arabia varð í 2018 lagt undir at standa aftan fyri harðliga morðið á systemkritiska tíðindamannin Jamal Khashoggi á saudiska konsulatinum í Istanbul í Turkalandi.

Gíslatøka er ein annar arbeiðsvandi hjá tíðindafólki. 57 vórðu hildin gíslar kring heimin sambært RSF. Flestu teirra í Sýria, Yemen, Irak og Ukraina.

Tá RSF fyri einum ári síaðini gjørdi status fyri 2018, ljóðaði talið av myrdum tíðindafólki upp á 80, 348 vóru fongslað og 60 hildin gíslar.

 

/ritzau/AFP