Talið av løntakarum vaksandi

talið er við at røkka teim 26.000,og so høgt hevur tað bert verið einaferð fyrr

Í februar vóru 25.940 løntakarar, árstíðarjavnað. Tað hava nú verið støðugt fleiri løntakarar níggju mánaðir í slag. Síðan mai 2016 eru 726 fleiri løntakarir komnir aftrat, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

 

 

Sjálvt um tað hevur verið stór tilgongd av løntakarum seinastu tíðina, er tað framvegis so, at tað enn manglar eitt sindur í at fara uppum 26.000 løntakarar.

 

 

Tað hevur bara einaferð verið yvir 26.000 løntakarar, eitt stutt tíðarskeið á vári 2008, tá løntakarnir vóru 26.033, tað mesta nakrantíð. Við verandi gongd er tað tó ikki longi til, at vit aftur kunnu boða frá methøgum løntakaratalið, skrivar Hagstovan.