Deyðstalið millum koronasjúklingar í Onglandi er seinasta samdøgrið hækkað við 29 prosentum.
367 eru deyð seinasta samdøgrið eftir at vera smittað við korona. Tað er higartil størsta hækking upp á eitt samdøgur, sigur sjónvarpsstøðin BBC.
Talið av koronadeyðum í Onglandi er nú komið upp á 1651, sigur bretska heilsumálaráðið NHS sambært tíðindastovuni Reuters.
– Sjúklingarnir vóru í aldrinum 19 til 98 ár. Øll uttan 28 sjúklingar (millum 19 og 91 ár) høvdu aðrar sjúkur, sigur NHS.
Í øllum Bretlandi eru tilsamans 1801 fólk deyð eftir at vera smittað við korona. Tað er ein hækking upp á 400 upp á eitt samdøgur.
Seinasta samdøgrið eru 13 deyð í Skotlandi, sjey í Wales og seks í Norðurírlandi.
Tað gevur eitt samlað tal fyri hesi trý økini upp á ávikavist 60, 69 og 28 millum koronasmittaðar sjúklingar.
Ein av teimum deyðu var ein 13 ára gamal drongur, sum var smittaður við koronavirus og var innlagdur á sjúkrahúsið King’s College í London.
Tað váttaði sjúkrahúsið í dag sambært Reuters og fleiri bretskar miðlar.
Familjan hjá honum sigur við blaðið The Mirror, at hann hevði sjúkueyðkenni upp á koronasmittu og hevði trupult við at anda.
– Hann var lagdur í respirator og síðani lagdur í koma, men doyði tíverri í morgun. Okkum vitandi hevði hann ikki aðra sjúku. Vit eru fullkomiliga knúst, sigur familjan við blaðið.
Drongurin er tann higartil yngsti persónur, sum er deyður av Covid-19, sum sjúkan eitur.
King’s College hevur ikki fleiri viðmerkingar.
/ritzau/