Talið av offrum eftir jarðskjálvtanum og flóðalduni í Japan veksur alsamt. Nú verður mett, at omanfyri 13.000 fólk eru deyð ella ikki er komin aftur í aftur.
Tað upplýsa japansku løgreglumyndugleikarnir, sambært Danmarks Radio.
Men talið veksur í hvørjum.
Jarðskjálvtin, sum máldi 9,0 á richterstiganum, elvdi til eina høga flóðaldu, sum rakti Japansku strondina.
Tað gekk millum annað útyvir kjarnorkuverkið í Fukushima.
Keldur hjá norska TV2 siga, at fimm fólk eru deyð, og umleið 20 hava fingið skaða á kjarnorkuverkinum Fukushima.
Leiðarin á Greenpeace-skrivstovuni í japanska býnum Osaka sigur við norska sjónvarpið, at tey hava fingið fráboðan um, at fólk eru deyð á verkinum, men at tíðindini eru ikki váttað.
Tað er ikki greitt, um tey fimm eru deyð av geisling inni á sjálvum verkinum, ella um tey doyðu í einari av spreingingunum, sum hava verið á verkinum.
Altjóða kjarnorkustovnurin IAEA sigur í einum tíðindaskrivi, at 21 fólk, sum arbeiða við at køla ein reaktorkjarna á Fukushima 1, hava verið fyri geisling.
Einki vatn er eftir í brunninum við tí brúkta brennievninum í fjórða reaktori á Fukushima-verkinum í Japan, og tí er vandi er fyri ógvusligari geisling.
Tað sigur amerikanski kjarnorkustovnurin NRC.
-Eftir okkara tykki er geislingin so stór, at tað kann vera hættisligt hjá starvsfólkinum at koma reaktorinum ov nær. Tann geislingin, sum nú er, er heilt einfalt so stór, at hon kann vera lívshættislig, sigur Gregory Jaczko, sum er stjóri í NRC.
Myndugleikarnir í Japan hava flutt øll, sum búgva minni enn 20 kilometrar frá Fukushima, burtur, men Gregory Jaczko sigur, at var óhappið hent í USA, hevði trygdarøkið verið nógv størri.
Amerikanska sendistovan í Tokyo hevur biðið allar amerikanskar ríkisborgarar halda seg minst 80 kilometrar frá Fukushima-verkinum