Talgilt koyrikort helst ein veruleiki í Føroyum um nøkur ár

- Tað er í prinsippinum bara ein leivd frá fortíðini, at mann skal hava koyrikortið á sær, sigur Nicolai Mohr Balle

Í vikuskiftinum boðaði danska Fíggjarmálaráðið frá, at mann í Danmark fer undir at talgilda koyrikortið, sum vil siga, at tað í framtíðini skal vera møguleiki fyri at hava koyrikortið á einari app á sínari telefon.

 

Tá nýggi talgildi samleikin hjá Talgildu Føroyum verður veruleiki í apríl, er grundarlagið fyri at talgilda koyrikortið í Føroyum eisini til staðar.

 

- Tað er í prinsippinum bara ein leivd frá fortíðini, at mann skal hava koyrikortið á sær. Tøknin ger tað møguligt, at mann kann sleppa undan at havt tað á sær. Tað er jú hendan vegin, øll menning koyrir í løtuni, staðfestir Nicolai Mohr Balle, verkætlanarsstjóri fyri Talgildu Føroyar.

 

Hóast ongar ítøkiligar ætlanir eru fyri hesum enn, er jaligur stemningur fyri at talgilda koyrikortið.

 

- Tað er einki at ivast í, at hatta verður veruleiki um nøkur ár, sigur Jákup Jacobsen, stjóri í Akstovuni.

 

Les meira í Sosialinum