Talgilt heilsuskipan sett í verk

Í dag er fyrsti dagur, at umleið 200 starvsfólk á Skurð- og Bráðdeplunum á Landssjúkrahúsinum taka í brúk nýggju talgildu heilsuskipanina

Tað var ein fegin og ikki sørt errin landsstýrismaður, sum á kunnandi fundi á Landssjúkrahúsinum í gjár kundi boða frá, at leingi væntaða talgilda heilsuskipanin (THS) nú endiliga kundi setast í gildi. Í fyrstu syftu á Skurð- og Brádeplunum á Landssjúkrahúsinum.

Hans Pauli Strøm greiddi fyrst eitt sindur frá nýggju skipanini.

- THS savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eini skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum verða tøkar uttan mun til, um ein fer til kommunulækna ella til serlækna, fer til kanningar í einum ambulatiorium ella verður innlagdur á einum av okkara trimum sjúkrahúsum, segði landsstýrismaðurin.

Og hann helt fram:

- Og seinni, tá THS er verksett hjá Barnatænastuni og Heimatænastuni, eru upplýsingar eisini tøkar, tá persónurin fær vitjan av heilsufrøðingi og heimasjúkrarøktarfrøðingi, segði Hans Pauli Strøm.

Av tí, ið nú verður skrásett í THS kann stutt nevnast:

- Allar sjúklinga upplýsingar verða nú tøkar í THS.

- Harumframt verður atgongd til røntgenmyndir umvegis THS.

- Allur heilivágurin, ið verður ordineraður, verður skrásettur í THS.

- Ávísingar frá kommunulæknunum fara beinleiðis inn í THS- skipanina til avvarðandi sergrein.

 

Byrjaði í 2005

Landsstýrismaðurin greiddi eisini frá gongdini í málinum. Í eini so stórari og kompleksari verkætlan sum hesari, er langur vegur á mál, og nógvur lærdómur er fingin á leiðini. Nógv starvsfólk hava gjørt sítt til, at tað hevur eydnast so væl, tí umstøðurnar hava ikki altíð verið tær bestu. Á vegnum hevur tað eisini darvað, tá ið útskifti hevur verið millum starvsfólkini, sum hava arbeitt við uppsetingini av skipanini. Upprunaliga hevur tað eisini verið undirmett hvat krevst, fyri at hetta skal eydnast. Á leiðini hava verið aldudalar, men kósin hevur verið sett, og málið hevur alla tíðina verið greitt.

- Beinagrindin í Talgildu heilsuskipanini varð sett upp í 2005, og farið varð í 2006 undir pilotrakstur á tveimum deildum á Landssjúkrahúsinum og hjá tveimum kommunulæknum, segði Hans Pauli Strøm.

Hann segði, at tað vóru nógvar skeptiskar røddir at byrja við í øllum heilsuverkinum, men aftaná at fleiri høvdu fingið royndir, lótu hesi so mikið væl at, at tað sum frá leið meira bleiv til eina kapping ímillum tey, sum enn ikki vóru komin í gongd, um at verða tey fyrstu í røðini.

- Projektorganisatiónin varð endurskoðað og styrkt í 2008, umframt at tilgongdin við verksetingini varð broytt til tað, sum í heyst hevur verið roynt á Skurð- og Bráðdeplinum. Eftir drúgt fyrireikingararbeiði við verkstovum, undirvísing og umlegging av arbeiðsgongdum, fara øll umleið 200 starvsfólkini á Skurð- og Bráðdeplinum ímorgin at nýta alla skipanina fult út í einum, segði landsstýrismaðurin.

 

Víðari menning

Sjúkrahús eru allarhelst mest kompleksu organisatiónir sum finnast. Talan er um vitanarstarvsfólk á hægsta stigi innan fyri fleiri ymisk fakøki, sum fara at virka saman, fyri at røkka málinum. Málið er at veita sjúklingunum eina so góða tænastu sum gjørligt, samstundis, sum tað er umráðandi støðugt at betra um vitanina og læra nýtt.

- Starvsfólkini hava langar og stoltar traditiónir fyri dokumentatión; heilsustarvsfólk lata sær ikki lynda at fáa álagdar KT-skipanir, sum ikki eru kliniskt brúkiligar ella sum darva í gerandisdegnum, segði Hans Pauli Strøm.

Tað er tí umráðandi at skilja og virða tað fyrivarni, sum nógv heilsustarvsfólk hava, samstundis at tryggja ein dyggan stuðul í sambandi við verksetingina.

- Tað er eisini umráðandi at syrgja fyri, at skipanin støðugt verður ment víðari og áhaldandi tillagað til tørvin hjá tí einstøku sergreinini ella fakbólkinum, segði landsstýrismaðurin.

Hann kom eisini inn á trygdarspurningin og metti, at sjúklingaupplýsingar eru allarhelst betur vardir í THS enn við verandi pappírskipan.

Síðani nam hann við perspektivið í skipanini, og nevndi eina røð av fyrimunum. Eitt nú slepst undan endurtøkum av upplýsingum og dupultskráseting.

- Politiski mynduleikin fær eitt virkið amboð til raðfesting, t.d. út frá dagførdum bíðitíðum, sum ikki eru tøkir í dag, segði Hans Pauli Strøm.

Hann endaði við at takka starvsfólkunum, sum høvdu verið við til at ment skipanina.

- Nógv starvsfólk hava gjørt eitt megnar avrik, fyri at verða klár til verksetingina í morgin. Eg vil nýta høvi til at takka teimum øllum. Tað verður spennandi at fylgja gongdini tær komandi vikurnar, og eg ynski góða eydnu við hesum arbeiðinum, segði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður á kunnandi fundi í Landssjúkrahúsinum í gjár.