Televarpið hevur nú fingið eitt nýtt slag av móttakara.
Nýggja tólið nevnist Force530T, og umframt at taka ímóti teimum 25 rásunum, sum Televarpið hevur at bjóða, er talan samstundis um talgilt upptøkutól.
Nýggi móttakarin hevur nevnliga ein 80 GB stóran harðdisk, og kann hesin goyma upp til 60 tímar av upptøkum.
Umframt at taka upp, ber eisini til at síggja sendingar forskotið. Eitt nú ber til at »pausa« ein film, um tú skalt eitthvørt ørindi, og síðani hyggja at restini forskotið, tá tað aftur slepst framat sjónvarpinum.