Talgildur túrur í Mýrifípuni

Tað ber til at vitja nýggja dagstovnin á netinum eins og við Google Streetview

Fríggjadagin varð nýggi parturin av dagstovninum Mýrifípuni alment tikin í nýtslu, og hóast upprunaliga varð ætlað, at upplatingin skuldi hátíðarhaldast við almennum tiltakið, hevur koronustøðan í landinum havt við sær, at so varð ikki.

Tað ber kortini til at fáa sín egna privata túr á stovninum umvegis netið, tí Tvøroyar kommuna hevur gjørt ein talgildan rundtúr á barnagarðinum.

– [Tað er] okkum ein stór gleði at kunna bjóða fólki ein talgildan túr í okkara flotta barnagarði. Sera dugnaligi myndamaðurin Ólavur Frederiksen, ið rekur fyritøkuna Faroephoto, hevur verið á vitjan. Hann hevur avmyndað hvønn krók í barnagarðinum og sett tað saman soleiðis, at ein kann “spáka” sær runt í bygningunum og fáa sær eina kenslu av, hvussu alt sær út.

Tað ber til at "vitja" á Mýrifípuni her.

Tað er eisini møguligt hjá teimum, ið hava áhuga, at leggja sær leiðina framvið í nýggja barnagarðinum, um tey bert siga frá frammaundan, soleiðis at vitjanirnar kunnu samskipast, og ikki ov nógv eru í stovninum í senn.