STARV
Eftir at hava verið í stjóraloysi síðani 1. mars 2001, fekk Landsskjalasavnið á nýggjárinum nýggja stjóra og Landsskjalavørð.
Hesin er tann 37 ára gamli Sámal Tróndur Finnsson Johansen. Sámal Tróndur hevur lisið søgu og geografi á Roskilde Universitets Center.
Hann varð liðugur við lesnaðin í 1996, og hann hevur síðani tá starvast sum granskingarhjálpari á RUC, hevur gjørt kanningar í USA í sambandi við Svørtubók, arbeitt sum savnsvørður og hann hevur og arbeiðir framvegis við sínari Ph.D. verkætlan um Føroyar undir Kalda krígnum.
Sjónligt
Nýggi landsskjalavørðurin ætlar at gera Landsskjalasavnið meira sjónligt.
?Ov fá kenna til stovnin, og hetta ætla vit at gera nakað við. Stovnurin skal vera meria kendur og sjónligari. Vit vilja koma meira út og útgeva tilfar, sigur Sámal T. F. Johansen.
Landsskjalasavnið hevur nógvar uppgávur at røkja. Sámal Tróndur nevnir m.a., at teir hava eina stóra uppgávan at vegleiða almennum stovnum, og har kundi nýggja landsskjalavørðurin væl hugsað sær, at teir fingu ein sterkari leiklut sum ovasti myndugleiki, ið teir hava sambært galdandi lóg.
Harumframt vil nýggi landsskjalavørðurin hava savnið at luttaka meira aktivt í granskingarverkætlan. Bæði egnar og í samstarvi við onnur, tí á savninum liggja eitt ótal av upplýsingum, ið er avgerandi í flest øllum granskingarverkætlanum í Føroyum.
Landsskjalasavnið hevur seks fólk í starvi, og játtanin er uml. 2,6 mió. Tá seks fólk skulu lønast er ikki nógv eftir.
Somuleiðis hevur Landsskjalasavnið hølis trupulleikar.
?Vit hava mett, at tørvur er á 15 km. av hillaplássi, men vit hava bert 4 km. tøkar, og hetta ger, at vit taka ikki meira tilfar inn sum er, sigur Sámal T. F. Johansen.
Enn er bert ein dreymur um ein nýggjan til, men greitt er, at tørvur er á betri hølisviðurskiftum.
Men kanska tann størsti avbjóðingin býr í nýggju tøknini.
?Størsta avbjóðingin verður at halda skil á nýggja informationsstreyminum, sum er byrjaður við talgildingini. Nýggja tøknin merkir avbjóðingar fyri okkum, tá vit skulu velja format og standardir, sum skulu virka nógv ár fram í tíðina, og innan tøknin broytist støðan allatíðina, sigur landsskjalavørðurin.
Fyri Sámal Trónd er nýggja starvið ógvuliga spennandi.
?Fyri ein søgufrøðing í heila tikið er tað ein dreymur at sleppa at arbeiða á einum savni. Her fært tú innlit í allar loynidómarnar.
At vera landsskjalavørður merkir eisini, at tú sleppur at opna, sigur Sámal T. F. Johansen.