talGILDIÐ í Perluni

2. januar verður eitt øðrvísi tónleikakvøld í Perluni í Havn.

2. januar klokkan 22 verður eitt øðrvísi tónleikakvøld í Perluni í Havn. 

 

Tiltakið kallast talGILDIÐ og er eitt elektroniskt kvøld við bólkum og einstaklingum innan elektroniskan tónleik í Føroyum.

 

- Hetta kvøldið fara seks 6 DJ’arar og bólkar at buldra beats út úr sub’inum, sum áhoyrarin fer at merkja upp á allar mátar.

 

Tað siga fyrireikararnir, sum leggja aftrat, at tey, sum fara at spæla hetta kvøldið, eru Helgi, Nystrøm, Frostfelt, Hús, HULDA og Brynjolfur.