Mánamorgunin 28. apríl farna ár, vórðu áleið 1.400 fólkaskúlanæmingar til reiðar at fara til eina talgilda landsroynd. Tá ið royndin skuldi byrja, varð hon avlýst, vegna tøkniligar trupulleikar við servaranum.
Í ár hevur Mentamálaráðið valt at gera eina 'undanroynd' við talgildu skipanini, áðrenn veruligu landsroyndina.
Sum skilst, hava fólkaskúlanæmingar verið til roynd í gjár og í dag, umframt at tað verður enn eitt umfar í morgin.
Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á undirvísingardeildini hjá Mentamálaráðnum, sigur at undanroyndirnar hava gingið væl.
Hon vísir á, at lærararnir einans hjálpa næmingunum nú, tá ið talan er um undanroyndirnar. Tá ið veruligu royndirnar vera, verður farið aftur til vanligar mannagongdir, har næmingarnir - sum vant - sjávir taka ábyrgd fyri royndini.