Seinastu árini eru flestallir almennir stovnar skornir í teirra játtan, men tað skal helst ikki ávirka nakað av virkseminum ella tænastuni. Hetta er mangan trupult at fáa at ganga upp, serliga tá man ikki fær atgongd til nútímans amboð. Amboð, sum høvdu hækkað tænastustøðið hjá almennu umsitingini og fyritøkum munandi, og samstundis gjørt umsitingina bíligari.
Í dag fyrigongur enn stórur partur av samskiftinum ímillum borgara og almennar stovnar við oyðubløðum og øðrum pappíri. Hetta er tungt og kostnaðarmikið, og ikki serliga tíðarhóskandi. Í grannalondunum er man langt síðani komin víðari. Har hava tey nevnliga talgilda undirskrift (digital signatur), sum merkir, at tú kanst avgreiða meginpartin av tínum borgaraviðurskiftum ígjøgnum internetið. Har kanst tú t.d. søkja um eitthvørt frá einum stovni á netinum, og brúka tína talgildu undirskrift, sum er eins gyldug og bindandi sum tín egna undirskrift. Svarið kanst tú eisini fáa sama veg.
Hetta hava vit eisini brúk fyri í Føroyum, og hetta hevði givið óteljandi møguleikar fyri betri og bíligari tænastu. Tað eru fleiri stovnar, sum bíða eftir hesum møguleikanum, men sum tó eru byrjaðir uppá hetta uppá sín egna avmarkaða máta. Vit kunnu nevna okkum sjálvi á TAKS sum eitt dømi. Sjálvuppgávan, sum verður send øllum borgarum í næstum, hevur eitt loynital áprentað, soleiðis at borgarin kann gera rættingar í sjálvuppgávuni á netinum, um tørvur er á tí. Hetta er ein roynd at gera tingini lættari og effektivari, men har er langt eftir á mál, tí har er bara talan um eitt einnýtis loynital. Tað skuldi heldur verið soleiðis, at borgarin altíð kann logga seg inn á sína TAKS-síðu, við einari talgildari undirskrift, og har kunna avgreiða øll síni viðurskifti við TAKS, júst tá hann hevur hug. Hetta hevði samstundis kunnað verið staðið, har borgarin goymdi síni skjøl, soleiðis at tey ikki blivu burtur. Fleiri aðrir stovnar arbeiða eisini við at gera sína egnu skipan av slíkum slag, tí tað gongur alt ov seint við eini felags loysn á hesum. Nýggjasta dømi er helst ALS, har man nú kann vátta arbeiðsloysi á netinum. Tað er óført at slíkir stovnar royna at vera virkisfýsnir á hesum økinum, men Føroyar eru alt ov lítlar til, at hvør í sínum lagi ger sínar egnu skipanir á hesum økinum. Tað verður alt ov dýrt, og verður heldur ongantíð til nakað veruligt frambrot.
Tað má gerast ein felags skipan við talgildari undirskrift, sum allir stovnar, peningastovnar og aðrar fyritøkur kunnu brúka, soleiðis at borgarin fær eina talgilda undirskrift, sum hann kann brúka allastaðni.
Tað er tó ikki verri enn so, at sum eg havi skilt, so liggur hetta málið í Vinnumálaráðnum, og har er man komin langt við fyrireikingini av hesum. Trupulleikin tykist tó vera, at tað ikki fæst játtan á fíggjarlógini til at gjøgnumføra hetta. Tað er stórt spell, tí fyrimunirnir við hesum eru eyðsýndir, bæði við hægri tænastu og sparingum uppá longri sikt. Eisini er tað sera keðiligt, at Føroyar skulu verða ein eftirbátur á hesum økinum, samstundis sum vit royna at vera eitt nútímans samfelag.