TÓNLEIKUR
Eini 60 limir og onnur áhugað vóru komin saman til árliga fundin hjá KODA og Gramex, ið varð hildin upp í Norðurlandahúsinum hósdagin.
Umframt at tosa um núverandi støðuna hjá báðum feløgunum, og hvat tey tókust við í løtuni, so var meginparturin av fundinum nýttur til tveir fyrilestrar, ‘Digitale trends’ og ‘Musik på internettet’.
Taka broytingina til sín
Fyrri fyrilesturin, ‘Digitale Trends’, var hildin av Anette Kure Corneliussen, sum er dagligur dokumentatiónsleiðari hjá Gramex.
Hon prátaði um broytingarnar, sum tónleikavinnan stóð yvir fyri. Meðan sølutølini hjá fløguni minkað, veksur sølan av niðurtøkum støðugt. Og hóast fløgur neyvan fara at doyggja heilt, so er og fer alnetið at vera vegurin fram hjá tónleikinum.
Corneliussen greiddi síðani frá, at tónleikarar og onnur í vinnuni áttu heldur at tikið hesa broytingina til sín enn at skúgvað hana til viks.
Tónleikur á netinum
Eftir ein stuttan steðg við kaffi og smákakum var annar fyrilesturin, ‘Musik på internettet’, á skránni. Fyrilesari hesaferð var Martin Gormsen, varastjóri hjá KODA.
Meðan fyrlesturin frammanundan var eitt sindur óítøkiligur, so fór Gormsen stig fyri stig gjøgnum ymsu meginreglurnar hjá KODA og Gramex viðvíkjandi tónleiki á alnetinum. ‘Baktónleikur á heimasíðum’, ‘útvarp á alnetinum’, ‘podcasts’ og sjálvandi eisini ‘niðurtøka av sangum’ vóru nøkur av evnunum, sum hann kom inn á.
Martin Gormsen tók eisini undir við starvsfelaga sínum, og legði dent á, at ‘online er godt for musikken’.
Strandaður í Stavanger
Eftir enn ein steðg við meiri kaffi og fleiri smákøkum, fingu fólk høvi at seta spurningar. Upprunaliga skuldi ein fyrilestur vera aftrat, men hesin varð avlýstur, av tí at fyrilesarin, Henrik Leschly, var strandaður í Stavanger orsaka av vánaligum floglíkindum. So ein spurnarløta varð ístaðin.
Dúgliga varð spurt, og umboðini megnaðu í flestu førum at svara nøktandi. Onkur vildi vita, hvussu nógv støð í Føroyum goldu KODA-pening, og onkur annar hevði spurningar viðvíkjandi heimasíðuskipanini hjá KODA. Nógvir áhugaverdir spurningar frá føroysku luttakarunum.
Samanumtikið eitt áhugavert og kunnandi tiltak, sum, umframt at kunna um KODA og Gramex, varpaði ljós á talgildu menningina og tess møguleikar.
Fakta
KODA
“KODA er ein non-profit limafelagskapur, ið tekur vara av upphavsrættindum hjá tónaskøldum, sangskrivarum og forløgum í Føroyum, Grønlandi og í Danmark, tá teirra tónleikur verður nýttur í almennum høpi.”
úr faldaranum ‘KODA í Føroyum’
Gramex
“Gramex er ein sjálvstøðugur felagsskapur, sum er góðkendur av danska mentamálaráðnum til at umsita fíggjarligu rættindini hjá virknum listafólki og plátufeløgum.”
úr faldaranum ‘Um Gramex’
Ymiskir leiklutir:
”Gramex er ikke det samme som KODA. Begge er forvaltningsorganisationer, der støtter musikken gennem deres arbejde for musikbranchen og dens rettigheder. Men Gramex er en selvstændig organisation, der ejes af sangere, musikere og pladeselskaber, mens KODA ejes af komponister og sangskrivere. For at lette administrationen indhentes vederlagene i flere tilfælde i et samarbejde mellem KODA og Gramex, som bagefter fordeler beløbene til de respektive medlemmer.”
brot av heimsíðuni hjá Gramex (www.gramex.dk)