Síðan privatar radiostøðir á fyrsta sinni tóku seg upp síðst í 1990unum aftan á ta formellu avtøkuna av tí føroyska loftmiðla monopolinum, er tað so líðandi staðfest at í øllum førum tann mest kenda og konsolideraða av hesum, Rás 2, tykist komin fyri at vera. Støðin hevur sent síðani december 1999 og fyllir fimm ár tann 14. í hesum, og hon hevur harvið yvirlivað ta tungu og torføru byrjanar fasuna.
Tað sum í dag sermerkir bygnaðin á Rás 2 er eitt høgt stig av effektiviteti og operationellum óhefti á einum lágum kostnaðarstigi; hetta er ikki minst týðiligt í at støðin hevur uppbygt eitt egið sendinet ið røkkur út til meginpartin av Føroya fólki, og hevur samstundis optimerað sína framleiðslu og rakstur við hjálp av nýggjastu tøknifrøði.
Arbeiðsligt
Stjórin á Rás 2, Petur Jacobsen, viðgongur at hann hevði hugsað seg um av nýggjum, hevði hann vitað júst hvussu stríggið tað fór at verða at menna støðina upp til tað hon er ídag. Men tann væl-eydnaða gongdin í seinastuni við at útbyggja sendinetið og innrætta virkisbygningin í Søldarfirði hevur samstundis givið familju fyritøkuni nýtt bjartskygni.
»Vit eru ógvuliga glað fyri tann fíggjarliga stuðul vit hava fingið til útbyggingingina av sendinetinum. Eg kundi nevnt bæði Suðuroyar og Norðoya Sparikassa, Føroya Bjór, og fleiri onnur, bæði kommunur, feløg og privat? At Tórshavnar komm-una eisini hevur valt at brúka Rás 2 til útvarpslýsingarnar er eitt herðaklapp og eitt gott ískoyti sum vit eru glað fyri; eg vildi ynskt at fleiri kommunur høvdu gjørt tað sama. Uttan alla hesa hjálp hevði verið tungt, um ikki ómøguligt, at bygt hetta sendinetið upp so skjótt.«
Ein vitjan hjá Rás 2 í Søldar-firði er nóg mikið til at staðfesta at Petur Jacobsen og familjan hjá honum hava ein eldhuga fyri hesum, og at tey arbeiða hart fyri sína fyritøku og sínar kundar.
Fyri einum ári síðani keypti Rás 2 ein bygning í Søldarfirði sum er 300 ferðmetur í tveimum hæddum; hesin er nú fullkomiliga umbygdur innan og innrættaður eftir tørvinum hjá útvarpsstøðini.
»Vit skræddu alt út og bygdu um fullkomiliga av nýggjum,« greiðir Petur Jacobsen frá. »Sum tú sært, her er nú rættiliga arbeiðsligt og góðir møguleikar fyri víðkan av virkseminum, vit hava nú 3 studio í Søldafirði og eitt stórt studio í Havn.«
Ringja inn úr New York
Roknskapurin fyri 2003 vísti eitt lítið yvirskot upp á 10-20 túsund krónur, og tað verður eisini tikið sum ein sigur.
»Eg haldi eg tori at siga at vit eru komin fyri at vera, og eg eri glaður um at vit hava fingið eitt positivt úrslit í roknskapin. Mótgongdin hevur mangan kenst hørð, og onkuntíð havi eg hugsað at ?hetta var tað býttasta vit nakrantíð fóru í holt við,? men? Treiskni og áhaldni má til, og hetta er hóast alt eitt sera spennandi arbeiði; tað er hugurin ið drívur verkið.«
Talan er tilsamans um eini fýra heiltíðar størv á støðini umframt einar 15 freelance?arar sum røkja ymiskar uppgávur. Petur tekur sær sjálvur av tí analoga sendinetinum, meðan konan, Randi, sum er útbúgvin grannskoðari, tekur sær av bókhaldinum og tí fíggjarliga; næstyngsti sonurin Ronny er innanhýsis útvarpsteknikari og ger eisini lýsingar; tann yngsti sonurin, teldumaðurin Ingi, ger eisini lýsingar, kodar ritbúnað og sær til at øll tann digitala maskinan koyrir og verður ment leypandi; svigardóttirin Beinta lesur upp og passar Ynskiløtuna umframt at standa fyri avgreiðslu. Dóttirin Anja er eisini knýtt at støðini, við ymiskum uppgávum, har ímillum tann dagliga sendingin ?Orðið?. Teir eldru synirnir Jan og Dávur, sum til gerandis ikki rokast á Rás 2, hava eisini hjálpt nógv til við ymiskum uppgávum tá tað hevur staðið á.
»Í dag dekka vit eini 95-98 prosent av Føroyum,« segði Petur Jacobsen, »men tá havi eg ikki talt internetið við. Rás 2 hevur leingi streamað alla sína sendiflatu yvir internetið og tað merkir í veruleikanum at vit kunnu hoyrast um allan heimin, somuleiðis sært tú á heimasíðuni og á útvarpstólinum (RDS'inum) hvat verður spælt beint nú; vit eru ein av teimum heilt fáu rásunum í heiminum sum bjóða hetta, og tað er okkara framkomnu tøknifrøði fyri at takka.«
»Tann talgilda tøknifrøðin hevur koyrt leingi her og verður útbygt leypandi; hetta er eisini fyrsta treyt fyri at alt skal hanga saman arbeiðsliga.«
Internetið røkkur langt og kann harafturat brúkast til fjarstýring av digitalari útgerð.
»Vit uppliva eisini undir beinleiðis sendingum at fólk ringja inn úr til dømis New York ella onkra heilt aðrastaðni, og tað er jú hugaligt.«
»Og vit kunnu somuleiðis stýra tí grundleggjandi arbeiðinum á støðini yvir internetið. Tað er komið fyri at vit hava verið uttanlands og hava stýrt sendivirkseminum tann vegin?«
Public Service ella Pop
Eingin ivi er um at bæði baks og slit hevur givið Rás 2 teaminum harðar tíðir frá fyrsta degi. Frustratiónirnar hava staðið týðiligar at lesa millum reglurnar tá Petur Jacobsen hevur skrivað okkurt lesarabrævið sum íkast til orðaskiftið um kringvarp í Føroyum, eitt orðaskifti sum ikki minst hevur verið merkt av at fólk eru ørkymlað yvir spurningin um hvat ið tann politiski myndugleikin ætlar at stinga út í kortið.
At verða skýrdur kappingarneyti til Útvarp Føroya vil stjórin á Rás 2 ikki, trupuleikin er í hansara eygum heldur at núverandi útvarpsleiðsla er uppvaksin við at vera einsamøll og tá nú onkur annar kemur inn á ?teirra øki? eru tey ikki von ella búgvin at fyrihalda seg til hetta.
»Samstarv hevði gagnað øllum pørtum, og tað er skeivt at skúla útvarpsfólk við at Rás 2 er av tí ónda? Fólk blanda ofta tingini saman tá tey tosa um Rás 2 í mun til tað almenna Útvarpið, sum um at talan var um kappingarneytar. Tað er tað jú ikki, í øllum førum skal tað ikki vera so. Tað almenna Útvarpið er ein stovnur ið av tí politiska myndugleikanum er settur til at røkja nakrar heilt serligar ?public service? uppgávur, meðan Rás 2 er ein privat støð ið av sínum eintingum sendir pop og annað tilfar, mest tílíkt ið verður nevnt undirhalds útvarp. Meðan tað almenna Útvarpið verður fíggjað við hjálp av lógarfestum lurtaragjaldi umframt eyka inntøkum frá lýsingum og øðrum virksemi, so hevur Rás 2 ikki annað enn serligan sjálvbodnan stuðul og tær lýsingar vit megna at selja.«
Hetta er væl ikki annað enn rímiligt?
»Tað skuldi tað verið, men í lógini um kringvarp frá 1997 er lagt upp til at somu treytir skulu galda fyri privatar og almennar støðir, tó við tí undantaki at tær privatu mugu sjálvar klára seg fíggjarliga ? og so kemur tann avgerandi skeivleikin sum koppar allari javnvág ? samstundis sum tey alment fíggjaðu vørpini hava fingið fríar hendur at kappast ímóti okkum um tær handilsligu lýsingarnar. Eg haldi hetta má vera eitt mál fyri Kappingarráðið, og hetta líkist í øllum førum ikki nøkrum ið kann kallast rímiligt!«
Petur Jacobsen telist millum teirra ið meta at avleiðingarnar av at lata teir almennu loftmiðlarnar kappast móti privatum støðum og øðrum miðlum um tær handilsligu lýsingarnar, síggjast aftur í útboðnum; hann meinar at tey almennu vørpini hava fingið lyndi til at ganga burtur frá sínum public service uppgávum fyri at ístaðin at leggja seg meira eftir at senda pop og undirhald. Hetta er ein gongd sum skaðar allar partar, meinar Petur Jacobsen, í og við at ein public service støð eigur sítt trúvirði og sítt grundarlag í júst public service við tilhoyrandi kravi um journalistiska dygd og óheftan tíðindaflutning. Hann ávarar í hesum sambandi ímóti at destruktivt máa støðið undan tí dygdargóða public service varpinum, samstundis sum hann metir at marknaðurin hjá teimum kommerciellu, sum ikki hava annað livibreyð enn lýsingarnar, verður órógvaður av ójavnari kapping.
»Eg haldi hetta málið um føroyskar loftmiðlar liggur politiskt í hálvum gekki og eingin greið ætlan tykist fyriliggja heldur. Hvat vilja vit føroyingar? Nú ÚF og SvF verða løgd saman, verður tað vónandi so at politikararnir taka eina greiða støðu og leggja eina linju fyri hvat vit vilja við almennum loftmiðlum í Føroyum, herundir um vit yvirhøvur vilja at alternativar ella privatar støðir skulu hava umstøður at virka undir.«