Eyðun á Borg
Á Borg á Argjum í torrasól 2007
Málfrøðingurin var gestur í “Degi og viku” í síðstu viku. Annars varð undirritaði biðin um at koma í sjónvarpsstovuna at tosa um mál tað kvøldið, men tað lá ikki fyri. Áðurnevndi málfrøðingur kom so í staðin fyri. Mín vitjan hevði tó neyvan fingið so stórar avleiðingar.
Eg gleddi meg til at hoyra, hvat hesin verji og røktari móðurmálsins hevði at bera fram, tí eg havi stóra virðing fyri arbeiði málfrøðinganna; men eg gjørdist sera vónbrotin og skelkaður av hansara løgnu sjónarmiðum!
Hvat hevði hann so í málskjáttu síni? Har var ikki ein málslig leiðbeining til kringvarpsfólkini um skeivar bendingar (sendingarnir, oyggjarnir, eg finni ikki hasir stólarnir, vit taka tí næstu fløguna o.s.fr.). Heldur ikki eitt orð um danismur (Hetta er stadigvekk for nemt, sum onkur tók til nú ein dagin, klokkan er kvart yvir sjey, trettindi o.s.fr.). Ikki eitt orð um eina føroyska fjølmiðlaúbúgving, sum má vera ein sjálvsøgd fortreyt fyri góðum føroyskum fjølmiðlamáli.
Nei, málfrøðingurin fanst bert at “hugburðinum” hjá trimum kringvarpsmonnum (holdninginum, segði onkur). Hesir tríggir skuldu ikki sleppa at vísa sín málsliga hugburð við at siga tølini á føroyskum!?!
Man tror, det er løgn!? Slíkt kann bert henda í Føroyum. Allur annar danskligur hugburður kann helst góðtakast!? Hvat hevði málfprofessarin í Kirkjubø sagt, um hann var í sjónvarpsstovuni hetta kvøldið?
Dagin eftir er sami málfrøðingur í Útvarpinum. Kringvarpsstjórin er eisini har og boðar frá, at nú skulu øll kringvarpsfólk siga tølini á donskum aftur! Tig og tel ikki! Fyri nøkrum árum síðani stríðsmaður móðurmálsins!?
Tað mátti annars verið eitt gylt høvi, nú Útvarpið fylti fimmti, at farið so líðandi og varliga aftur til tey einføldu, føroysku/norðurlendsku tølini, sum Útvarpið eisini byrjaði við á sinni. Tey vórðu tíverri útihýst aftur nøkur fá ár seinni, av smásinni. Í norskum fjølmiðlum er loyvt at siga bæði “sekstifemm” og “femmogseksti”, so---.
Annars ber neyvan til at nokta hesum undangongufólkum at siga tølini á føroyskum, hvørki starvsfólkaliga ella løgfrøðiliga!?
Talufrælsið er sera høgt í metum millum fjølmiðlafólk. Tískil vænti eg avgjørt, at yrkisfelag fjølmiðlanna fer at gera vart við seg í hesum máli!
Mótmælið, móðurmálsvinir!
Við talfrælsiskvøðu










