Talentlega fyri ung filmsfólk

Tríggjar vikur í juli mánaði verður altjóða talent-legan "Faroese Tales" fyri ungar filmsskaparar í Føroyum.

- Hugskotið aftanfyri er at skapa føroyskar søgur, fortaldar av norður-europeiskum filmsskaparum í samstarvi við føroyskar framleiðarar, sigur Morten Kaplers, sum er leiðari á Aarhus Filmsværksted.

 

- Tey ungu, sum koma úr Føroyum, Svøríki, Norra, Týsklandi, Danmark og Írlandi, skulu samstarva um at gera seks dokumentar-filmar, sum snúgva seg um Føroyar ella ganga fyri seg her.

 

Upp á henda mátan er ætlanin, at ungu filmsfólkini kunnu fáa eitt altjóða fakligt netverk og skapa ítøkiligt samstarv millum framleiðarar og leikstjórar í Norður-Europa.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Morten Kaplers.