Aftur í ár verður Talentkappingin hjá Margarinfabrikkini, har øll børn í Føroyum í 3.-7.flokki hava møguleika at luttaka.
Øll børn, sum dáma at undirhalda, vísa eitt serligt kynstur, syngja ella fortelja eina stuttliga gátu ella líknandi, kunnu tekna seg til kappingina nú. Tilmeldingin fer fram á talent(at)fabrikkin.fo, sigur Margarinfabrikkin í fráboðan, har tey eisini minna á, at børnini skul skriva navn, aldur, talent og um tey hava tørv á nakrari ljóðútgerð, sigur Gunn R. Joensen, fyrireikari.
Endamálið við kappingini er at geva børnunum ein pall, har tey kunnu vísa síni serligu kynstur og gávur. Við at hava kappingina í Margarinfabrikkini, fáa tey eitt trygt umhvørvi og samstundis eisini vegleiðing í pallframførslu. Hetta er við til at menna teirra egnu førleikar, og serliga verður dentur lagdur á at geva hvørjum luttakara eina success uppliving, so tey menna sítt sjálvsálit og gerast meira sjálvsikkur, sigur hon.
Kappingin verður 17. og 18. apríl, og finalan verður fríggjadagin 19. apríl, har vinnarin frá síðsta ár, Marianna Nagata, kemur at syngja, meðan dómararnir finna ársins vinnara.
Vinningurin er ein framførsla á Barnafestivalinum 2013, eitt gávubræv á 1000 krónur og fimm atgongumerkir til Barnafestivalin.
Meira kunning er á okkara facebook síðu og á www.fabrikkin.fo
?
?