Talentini svumu um vikuskifitð

Svimjisambandið skipaði fyri talenlandsliðsvejing, fyrsta vikuskifti í desember. Úr øllum føroyum stevndu 29 svimjarar til Klaksvíkar, har tey høvdu tríggjar venjingar

Svimjing

 

Umframt sjálvar venjingarnar, fingu svimjararnir eisini ein fyrilestur við Lívar Nysted, ið greiddi frá hvussu ein menti sær sum einstaklingur og setti sær mál. Eisini var okkurt at stytta sær stundir við og var alt liðið í Atlantis bio, til eina hugnaliga løtu. Hesi 29 svimjarar vóru í aldrinum 11 til 16 ár og vóru 21 gentur og 8 dreingir úttiknir.

 

Skipað talentarbeiðið

Henda venjingarlega var fyrsta stig í einum skipaðum unglingaarbeiðið hjá Svimjisambandinum og eru vónirnar stórar til hesi ættarliðini. Svimjisambandið fer í januar at leggja skrá og úttøkutreytr fram til øll landsliðini hjá sambandinum.

 

Svimjararnir á venjingarleguni vóru, úr Ægir: Monika Biskopstø, Alvi Hjelm, Cecilia Eysturdal, Bjarni M. Petersen. Úr Reka: Turið Christiansen, Heðin L. Olsen. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Hildur á Fløtti, Poula Ø. Mohr, Jóhanna Egholm, Jónfríð Hansen, Jóhann Heðinsson, Óluva Jacobsen, Jonna B. Thomsen. Úr Svimjifelagnum Flot: Astrid Foldarskarð, Birita Debes, Tróndur Olsen. Úr Havnar Svimjifelag: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther, Guðrun H. Jacobsen, Kristina Eliasen, Annika S. Olsen, Magnus Jákupsson, Ólavur S. Petersen. Úr Suðuroya Svimjifelag: Helena Strøm Sævarsdóttir, Katarina S. Lamhauge, Jón Hofgaard, Sára Müller, Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen. Venjarar vóru Jóhan Martin Poulsen og Rúni Gaardbo. Leiðari var Jórun Eið Johannsen.