Í morgin verður talið á luttakarunum í sjónvarpsendingini "Danmark har Talent" skorið frá 99 til 24. Tey 24 sum eftir standa sleppa so víðari til "Live Show". Millum hesar luttkararnar eru eisini tríggir føroyingar, nevniliga songkvinnan Jórunn Gudmunsen, dansarin Sigmund D. Trondheim og Drag Queen framførarin Dennis Agerblad.
Jórunn segði, í samrøðu við Sosialin, herfyri at hon segði fyrst nei tá umboð frá Talent ringdu og vildu hava hana við. Men umboðarin fekk lokkað hana við einum møguligum fløgusáttmála við Sony, og segði at á redaktiónini høvdu tey tosað um at Jórunn er ein sum hevði komið langt í kappingini.
- Tað var hetta sum fekk meg at vilja luttaka, sigur hon.
Dennis Agerblad sigur, at hann heldur ikki vanliga ikki hevði valt at verið við, í eini slíkari sending, sum Talent. Men tað vísir seg at ein slík sending letur nógvar aðrar hurðar upp, og hevur framtíðarmøguleikar við sær. Fyrr hevur ein drag queen verið við í sendingini Talent, og hóast hon ikki kom serliga langt í sendingini, so fekk hon alsamt fleiri tilboð um at framføra, eftir sendingina. Hann vónar at fáa fleiri møguleikar at framføra eftir sendingin Talent er liðug.
Sigmund D. Trondheim er glaður um at vera við í sendingi, sigur hann. Í Talent hevur Sigmund møtt nógvum kendum menninskjum, sum hava givið honum íblástur. Tað feitasta var tó, tá rapparin TopGunn spurdi, um hann vildi vera við í einum av hansara tónleika sjónbondum, sigur Sigmund spentur
Sigmund, sum rummar av skapandi evnum, droymur um at sleppa at liva av dansi og sangi. Hann finnur nógvan íblástur í føroyskum tónleiki, serliga sjónbondum hjá Eivør og Byrta, sigur hann. Eisini droymur hann um at framføra sang og dans til Gay Pride í Føroyum. Av tí at honum ikki dámar siðbundna skúlabonkurin ynskir hann at útbúgva seg meir innan sang og dans, og endaliga liva av hesum eisini.
- Øll størv eru feit á hvør sín hátt, men hetta við framførslu og áskoðarum er tað feitasta, eg kann hugsa mær til, sigur hann ágrýtin.
Tað er í annaðkvøld, kl 21 føroyska tíð, á TV2 at áskoðarin fær at vita hvør sleppur víðari í sendingini.










