Hvørki Petur Aalbæk, Hall ella Julie Steincke skulu finna ársins stjørnu í Talent 2009. Tey hava nevniliga øll fingið sekkin. Í ár verða eingi hørð orð frá filmmanninum Petur Aalbæk til børnini sum framføra. Men tað verður heldur eingi rósandi orð frá sangleiksstjørnuni Julie Steincke ella hugvekjandi ráð frá tónleikaranum Martin Hall. Nú skulu nýggj fólk á pallin.
-Vit hava verið ógvuliga glað fyri teir tríggir dómararnir, men Martin Hall ynskti sjálvur at fara frá, og tá var tað upplagt at royna nýggjar møguleikar, sigur undirhaldsleiðarin hjá DR, Jan Lagermand Lundme við DR Nyheder. ?
Feitt at børn framføra
Hann leggur dent á, at DR hava verið ógvuliga væl nøgd við dómararnir, men við trimum nýggjum andlitum, verður tað eisini ein heilt øðrvísi sending. Og tað heldur Jan Lagermand Lundme verða eina jaliga menning av sendingini.
-Peter Aalbæk hevur havt sendingar, har hann hevur sagt, at honum ikki dámar, at børn framføra. Men vit vilja fegin hava at børn framføra, og tey skulu dømast eins og tey vaksnu. Soleiðis vilja vit gera nakað heilt nýtt hesaferð. Tískil royna vit eina øðrvísi kós. Vit vilja hava øðrvísi fólk í dómarapanelið, sigur Lundme.
DR ætlar at kunngera nýggju dómararnir í komandi viku.
Talent 2009 byrjar í heyst.