Í morgin kl 16 verður nýggja brettspælið, ?Talent?, lagt fram í býráðshøllini í Klaksvík. Tað eru tvær familjur í Klaksvík, sum saman við øðrum hava ment hugskotið til veruleika Talan er um eitt nýskapandi, læruríkt og undirhaldandi brettspæl, har hin klóki, hin snildi og hin hepni skulu loysa ymiskar uppgávur og svara góðum spurningum.
Hugskotið við TALENT er at skapa hugnaliga samveru og samstundis kveikja áhugan fyri egnum landi og umheiminum. Spælið er ein spennandi møguleiki hjá øllum barnsligum vaksnum og vaksnum børnum at royna sínar gávur innan tekning, alvitan, list, evning, nær og fjar og tankar.
Tað eru tvær familjur í Klaksvík, saman við øðrum gávuríkum fólkum, sum hava arbeitt við hugskotinum, ið loksins er veruleiki.
Móttøka við sangi, tónleiki og framløga av sjálvum spælinum verður mikudagin klokkan 16 í býráðshøllini í Klaksvík.