Talent-dómari takkar fyri seg

Ein av dómarunum í donsku Talent kappingini hevur ikki hug at halda fram. Fríggjadagin var Peter Aalbæk Jensen gestur her á Rás2, og tá segði hann, at hann hevði hug at halda fram sum dómari í Talent.

 

Men ein annar av dómarunum hevur ikki hug at halda fram.

 

Tað er Martin Hall, sum sigur við danska TV2, at tað var í lagi at verða dómari einaferð, men hann vil ikki halda fram, tí so fer tað at líkjast einum vanligum arbeiði.

 

- Eg eri nakað so ópraktiskt sum ein listamaður - og eg eri slíkur, sum heldur gongur eftir teknum í luftini enn kontoavritum frá bankanum, sigur Martin Hall við TV2.