TALENT

Klumma:

Talent ella ikki. Tað er spurningurin og sjálvur trupulleikin.

 

Dómskirkjan í Kirkjubø varð ongantíð liðugt bygd, men tey, sum komu aftaná, og sum síðani hava búleikast á oyggjunum, hava nýtt nógva orku at laga garðar rundanum egið veldið.

Allastaðni í samfelagnum renna vit okkum ímóti hesum múrum, har mætir riddarar og stirvnar skipanir verja borg kongsins. Støðan í landinum er tann sama og vanliga fólkið skilur lítið, hvat vísmenn og høgir ráðharrar gera á slottinum.

 

Vit látast at vera mentað og framkomin vinnutjóð, og á hátíðarligari samkomu skýra vit Ársins Leiðara, har týdningarmiklir menn og kvinnur eru í sínum rætta essi. Men í spottunum standa eisini kongar og drottningar, sum uttan størri samfelagslig atlit vilja verja síni ríki. Og fleiri av teimum sita trygg á trúnuni.

 

Pøbilin, sum arbeiðir hart fyri at fylla landsins mongu skattkømur, má ofta í neyðuni banka uppá fleiri borgarlið við óloystari sak. Og føroyingurin kennur seg mangan verri staddan enn dólgurin í ævintýrinum. Men ikki allar søgur enda lukkuliga. Lættari var hjá Kloss Hansi at hitta kong og biðja um prinsessuna, enn tað tykist at vera hjá vanligum føroyingum at klíva uppum manngarðar og bera síni hjartamál fyri stjórum og leiðarum kring landið.

 

Føroyingar sigast vera av kongsætt og hava blátt blóð í æðrunum. Tískil er tað ikki so løgið, at vit hava ein kongstanka um okkara egnu børn og kalla tey fyri prinsar og prinsessur nærum frá fyrsta degi. Vit saðla fegin skjótasta og sterkasta og vakrasta hestin til okkara dýrabæra avkom. Tey skulu fram í lívinum. Øll skulu hava møguleikan. Og allarmest okkara egnu arvingar.

 

Talent ella ikki?! Ja, tað er so spurningurin. Jesus, sum vit øll meira ella minni kenna á fornavni, hevur ivaleyst besta boðið uppá ein tíðarleysan sannleika. Talentirnar skulu ikki gravast niður, men koma fram í ljósið. Tað var ein greiður og hjartaligur boðskapur frá einum meistara úr Nasaret. Men neyvan mundi orðini sipað til nakað Talent show, har einans úrmælingarnir yvirliva, og tey hugagóðu og miðalgóðu mangan verða niðurgjørd fyri at vinna hyggjarar og skapa størri undirhaldsvirði. Jú, tíðirnar skifta...

 

Men prísurin fyri eksponering og viðurkenning er høgur, og spælireglarnar eru líka órættvísar fyri øll. Kapping og happing ella zapping. Soleiðis er sjónvarp í dag.

 

Meðan tey ungu og gávuríku váða sítt góða skinn fyri at sleppa framat í miðlunum, so royna leiðslur her heima at vinna eitt stríð við so hørðum lúti, at sjálvur biskuppurin noyðist at tala at. Her heima er tað meira slow enn show motion.

 

Tað hevði hinvegin víst stórsinni og organisatorisk talent, um leiðslan í Kringvarpinum, kanska saman við Rás 2, pallsetti eina frægari undirhaldssending nøkur fylgjandi fríggjakvøld ella leygarkvøld, har gávuríkir føroyingar sluppu at vísa sínar talentir. Í nógv ár hava føroyingar stevnt uttanlands fyri at verða sæddir og hoyrdir. Tað nýggja skapandi ættarliðið setir sær nýggj spennandi mál, meðan tey, sum ráða fyri borgum, snara gekkatólinum og spæla V4.

 

Kanska skuldi vit í Føroyum saman funnið eina alternativa viðgerð, enn hana mong vónrík og gávaði fólk hava upplivað í nærveruni hjá Simon Cowell og Peter Aalbæk Men so mugu vit eisini rudda upp í hugburðinum og hugtakinum, hvat eitt ríkt og gott arbeiðslív er. Tað skal sjálvandi gerast minst líka so spennandi at fara til arbeiðis í Kringvarpinum eitt vikuskiftið, sum at koyra taxa í Havn.

 

Inntil hugagóð miðlafólk við hóskandi midlum bjóða hyggjarum kring landið sítt egna føroyska konsept, kunnu vit spæla Talent og gerast eitt sindur klókari og festligari!