Átalar harðliga oyðsl hjá TF Holding

Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum átalar nú harðliga Tryggingarfelagið Føroyar fyri oyðsl við fólksins peningi. Floksleiðslan vil hava flokkin - um neyðugt við lóg - at steðga, at tað ber til hjá nevnd og leiðslu at gjalda sær sjálvum milliónaupphæddir.

- Nú má svansið við fólksins peningi halda uppat!

So rívan tekur floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum til, nú hon harðliga átalar »tað oyðsl við fólksins peningi, ið nevnd og stjórn í Tryggingarfelagnum Føroyar (Ognarfelag Tryggingartakaranna) nú um dagarnar fremur«.

Tað, sum sipað verður til, er at nevndin í TF Holding hevur givið Gunnari í LIða fýra milliónir krónur í sambandi við at hann segði seg frá sum stjóri felagsins, og at nevndin eisini hevur hækkað sína egnu samsýningar munandi.

Floksleiðslan vísir á, at Tryggingin var í nógv áratíggju eitt felag, sum allir føroyingar vóru noyddir at gjalda pening til, tí felagið hevði einkarrætt til sítt virksemi.

- Tí er tað Føroya fólk, ið hevur bygt ognir felagsins upp. Tað kann á ongan hátt góðtakast, at teir, ið nú standa á odda fyri hesum felag, gjalda ovurstórar peningaupphæddir út til sín sjálvs. Upphæddirnar, ið verða útgoldnar, eru so ørkymlandi stórar, at tað á ongan hátt kann sigast, at tær standa mát við arbeiðsorkuna, ið hesi størv krevja. Tvørturímóti tykist hetta verða tekin um sama gramleika, ið vit hava sæð innan fíggjarmarknaðin seinnu árini, og sum hevur viðført fíggjarkreppur kring allan heim. Samsýningar av hesum slag hoyra ongastaðni heima og eiga tí at halda uppat, sigur floksleiðslan, sum heitir á ting- og landsstýrismanning Javnaðarfloksins um at tak hesi viðurskifti upp á politiskum stigi.

- Vit kunnu ikki bjóða okkara fólki, at samstundis sum arbeiðsloysið kemur í hæddina, og skert verður av almennu játtanunum til grundleggjandi vælferðartænastur, so skulu vit gjalda ørvitisupphæddir til fráfarandi og sitandi leiðslur, sum við slíkum atburði heldur tykjast at røkja egin áhugamál enn áhugamálini hjá tí fólki, sum hava bygt hesar stovnar upp til felags gagn, stendur í áheitanini.

Floksleiðslan krevur, at øll neyðug atlit verða tikin, um neyðugt eisini við lóggávu, til tess at tryggja henda stovn, ið nú er eigari av einum av tveimum peningastovnum í Føroyum, umframt at sita á einum av størstu peningakøssum landsins.

- Vit kunnu ikki góðtaka, at nakað sum bara líkist Eik-ævintýrinum, kemur at endurtaka seg, sigur floksleiðsla Javnaðarfloksins, sum hevði fund í Losjuni í Havn leygardagin.