Talandi tøgn

Hin 24. februar 2011 legði Miðflokkurin uppskot fyri Løgtingið um ásetan av einum føroyskum fátækramarki. Hin 13. mai sama ár samtykti Løgtingið álitið frá trivnaðarnevndini, og ein arbeiðsbólkur av serkønum varð settur at útgreina, hvat í minsta lagi skal til hjá einum húsarhaldi fyri at kunna hava sámilig livikor. Hetta arbeiði skuldi verða grundarlagið undir einum lógaruppskoti at leggja fyri Løgtingið.
Eftir ætlan skuldi nevndararbeiðið verða liðugt 1. apríl í ár. Nú hava vit sett hol á juli mánað, og enn er einki frætt frá nevndini. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur í svari upp á skrivligan fyrispurning frá Jenis av Rana svarað, at ymisk viðurskifti eru, ið hava darvað arbeiðinum, og at tíðarfreistin hevur verið í so knøpp – hetta hóast tað fer at líða móti einum ári síðani, at arbeiðsbólkurin fekk sín arbeiðssetning handaðan.


-RN