Tað er einki at taka feil av. Støðan umborð á Norrönu sunnukvøldið var eitt sindur kaotisk, men kortni var skilið ikki so ringt, sum fyrstu tíðindini góvu ábendingar um. Tað ljóðaði í gjár og eisini meginpartin av fyrrapartinum, at skipið hevði havt eitt totalt black-out, men hesi tíðindi hava síðani víst seg at verið skeiv.
- Nei, talan var ikki um nakað black-out. Vit høvdu ljós alla tíðina. Tað, sum veruliga hendi, var, at tveir av teimum fýra høvuðsmotorunum settu út, og tá tað hendir, gerst skipið ómanøvreriligt, sigur Heðin Mortensen, maskinstjóri á Norrönu.
Eisini stjórin á Smyril Line, Andras Róin, váttar í morgun, at skipið ongantíð lá svart.
Men støðan var ikki góð í ódnarveðrinum, og hetta fekk ferðafólkið umborð eisini sjón fyri søgn fyri, tá tey í gjárkvøldið sluppu niður á bildekkið at skoða skilið har niðri.
- Øll ferðafólkini sluppu niður á bildekkið, ikki bara bilførararnir. Har sá ikki gott út, sigur John Eysturoy, ið er eitt av ferðafólkunum umborð á Norrönu hendan túrin.
Annars verður upplýst av Smyril Line, at við umborð eru 238 ferðafólk og ein manning, sum telur 87. Eisini hevur skipið nógvar bilar við, heilar 90 spildurnýggjar bilar, sum Smyril Blue Water flytir til Føroya. Ferðafólkini hava 96 bilar við sær, umframt at fimm bilar eru við sum frakt. Tilsamans altso 191 persónbilar. Eisini eru 78 trailarar við hendan túrin.
Nógvar tjóðir
Tá vit tosaðu við John Eysturoy stutt fyri døgurða í dag, hevði júst verið ein kunningarfundur umborð, og har hevði ferðafólkið fingið at vita, at holið í skipinum nú var tett, men at Norröna slapp ongan veg, fyrr enn stabilisatorurin var festur aftur forsvarliga.
- Talan er um stabilisatorin í bakborð, og fyrr enn hann er tryggur, vil klassin ikki loyva skipinum nakran veg, sigur John Eysturoy.
Sum er liggur Norröna við bryggju við stýriborðssíðu at, og tað merkir, at eingin sleppur í land. Hildið verður ikki ráðiligt, at lata ferðafólk klúgva upp og niður eftir leytarum.
- Sum skilst verður arbeitt við at fáa eitt skip at flyta seg sum liggur har, sum Norröna plagdi at leggja til bryggju. Sleppa vit inn har, verður lag á manni at sleppa í land, sigur John Eysturoy.
Hann skilir annars á lagnum, at arbeitt verður við fullum trýsti at skipa so fyri, at fólk og bilar kunnu sleppa í land so skjótt sum tilber, tá Norröna er komin aftur til Føroya.
Nýggjur kunningarfundur verður aftur klokkan 15 í dag, og í meðan fær ferðafólkið ókeypis mat í kafeteria.
Umborð eru fleiri tjóðir, norðmen, føroyingar, danir, póllendingar, eysturríkarar, týskarar, íslendingar, hollendingar og sviar, verður upplýst av Smyril Line.










