Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tekur fult undir við tilmælunum um koronupass. Sostatt tekur hann ikki undir við tiltakinum, sum nú er, har undiskriftir verða samlaðar fyri at mótmæla koronupassi.
Ein av teimum, sum hevur skrivað undir, er ein Heðin Mortensen. Men borgarstjórin í Havn sigur, at er í hvussu so er ikki hann, sum hevur skrivað undir, tí tað kundi hann ikki funnið upp á.
Sjálvur er hann koppsettir tvær ferðir, og hann fer eisini at koppseta seg triðju ferð. Somuleiðis hevur hann koronupass, sum hann hevur at vísa teimum, sum biðja um tað. Hann sigur, at koronupass er tað einasta rætta, bæði fyri eins hansara egnu trygd, men eisini fyri at verja tey, hann er saman við.
– Eg vil fegin hava, at har, eg ferðist, er tað so trygt sum tilber, bæði fyri meg sjálvan, og fyr onnur, Tí taki eg undir við, at koronupass verður brúkt – hóast eg veit, at tað er ikki veitir fulla trygd ímóti smittu leggur hann afturat.
Heðin Mortensen sigur, at fer gongdin ikki at venda nú, so at smittutølini lækka, heldur hann, at koronupass átti at verðið eitt krav. So mugu tey, sum ikki vilj fáa sær koronupass, bara laga seg til eftir tí. Hann sigur, at lækka smittutølini ikki skjótt, er tað ikki óhugsandi, at Tórshavnar Kommuna fer at krevja koronupass av starvsfólkum og teimum, sum koma inn á arbeiðspláss og stovnar hjá kommununi, tí tað tað er ómetaliga órógvandi, at dagstovnar og onnur arbeiðspláss verða so illa darvað av koronu í heilum.
– Tað er bæði fyri at verja starvsfólkini og fyri at verja arbeiðspláss fyri at lukkað, sigur hann. Eg havi ongar trupulleikar yvirhøvur av koronupassi, tí fyri mær er tað at vísa koronupass, ikki øðrvísi enn at vísa atgongumerki, tá ið tú fert í biograf, leggur hann afturat.