Skála stóð seg væl í bólkaumfarinum í steypakappingini. EB/Streymur er framvegis partur í steypakappingini. Teir eiga fjórðingsfinalu á ímóti VB.
? Vit vistu frammanundan, at vit skuldu spæla ímóti øðrum havnarliðnum í hálvfinaluni. Nú vita vit, at tað verður ímóti HB, skemtar EB/Streyma venjarin, Trygvi Mortensen.
Hann er sera spentur upp á fyrsta dystin, og eins og Skála venjarin, Mathias Davidsen, so er hann greiður yvir, at ein sigur í hesum dystinum kann vera sera týdningarmikil.
? EB/Streymur vísti í fjør, at teir kunnu fáa stig frá øllum, og vit hava í steypakappingini í ár víst, at vit kunnu fáa stig frá teimum, sum av góðum grundum verða roknað at teljast millum teir stóru. Men kortini eru vit vitandi um, hvar tað verður roknað við, at tað verður okkara lutur at stríðast. Tí kann úrslitið av dystinum í morgin hava sera stóran týdning, heldur Mathias Davidsen. Felags fyri hann og EB/Streyma venjaran, Trygva Mortensen, er, at teir tey seinnu árini hava havt sína dagligu gongd í NSÍ.
Tvey reyð kort
Hjá Skála stendur tað ikki heilt so væl til við fólki, sum teir høvdu vónað. Í síðsta dystinum í bólkaspælinum í steypakappingini fingu tveir spælarar reytt kort. Tað var í Gundadali ímóti HB, at bæði Ronnie Hansen og Alexander Johansen vórðu riknir av vøllinum. Tí eru teir leikbannaðir í morgin.
Marius Joensen hevur verið plágaður av skaða í økslini síðani steypadystin ímóti KÍ, men hann er komin fyri seg aftur. Og so verður tað spennandi at síggja, hvussu Jonhard Frederiksberg fer at roynast í landskappingini. Hann hevur siglt nógv, og tí eru góðu fótbóltsevnini ikki nógv brúkt. Nú er hann farin upp á skúla, hann venur nógv, og í fleiri steypadystum hevur hann longu víst gott álopsspæl.
Jan Nónklett, sum í vetur flutti úr NSÍ og til Skála, er fluttur aftur í barndómsfelagið. Hann hevur ikki stundir at venja so nógv og fer at spæla við 2. deild. Rúni Rasmussen var í fjør í 1. deildarhópinum hjá NSÍ. Tað var hann eisini tíðliga í vár. Nú er hann fluttur til Skála, og hann er við í hópinum í morgin.
Hjá EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir. Teir hava ikki spælt venjingardystir seinastu vikurnar, og teir síggja fram til dystin ímóti Skála. Einasti spælarin frá í fjør, sum ikki spældir við í ár, er Jón Sigurð Gleðisheygg. Nýggjur í EB/Streymi er Jóhan Lützen, sum er ættaður úr Klaksvík og umframt í KÍ eisini hevur spælt í 2. deild hjá HB.