Talan er um fíggjarligt óskil í Vinnumálaráðnum

Frávik á 400 tús. kr. í mun til eina samlaða fígging upp á 143 mió. kr., er ikki grundarlag fyri at siga, at fíggjarligt óskil hevur verið á Strandfaraskipum Landsins, SSL, í 2013.

Talan er um fíggjarligt óskil. Talan er um fíggjarligt óskil í Vinnumálaráðnum.

Tað er Vinnumálaráðið sum:

- tekur leiðsluna á SSL av ræði við at gera einsíðuga/órealistiskar skerjingar i tørvinum á rakstrarjáttan til SSL, so stovnurin gerst undirfíggjaður, við at biða Løgtingið um ov lítla játtan, 139 mió. kr. til fíggjarárið 2013, hóast tey boða Fíggjarnevndini frá, at tørvurin er 143 mió. kr.

- skerjir við sparingum, sum ikki kunnu setast í verk

- strikar boðskapin um sparing og skerjing í játtanini í fráboðanini frá SSL til Fíggjarnevndina og Løgtingið

- gevur leiðsluni á SSL munnkurv, so boðskapurin um sparingina ikki kann koma út

- tekur leiðsluna á SSL av ræði, við at nokta fyri at skerja túratal og/ella økja um ferðaseðlainntøkuna, sum eru veruligu knapparnir, sum leiðslan á SSL kann skrúva uppá, meðan SSL ikki er harri yvir oljuprísi, lógarbundnum hvíldarreglum, sáttmálabundnum lønum, o.s.fr.

- fastheldur, at ein hægri játtan er játtað, so leiðslan ikki fær ávíst eina meirnýtslu í rakstri í mun til játtanina

- broytir játtanartørvin 2014, sum leiðslan á SSL boðar frá í minsta lagið má verða 144 mió., og strikar hesa og biður bert um 140 mió., við tí avleiðing, at SSL aftur verður undirfíggjað í 2014, júst sum í 2013

- noktar at taka fráboðað hall í álvara og ignorerar leiðsluna, tá ið henda ávísir tørv á fígging ella at seta sparingar í verk

- noktar at biðja um eykajáttan fyri skerjing í játtan vegna sparing, sum ikki kann setast í verk. Ein sparing, sum Vinnumálaráðið noktar leiðsluni at seta í verk!

- ongantíð hevur dugað at skilt, at SSL fær eitt hall á 4 mió. kr. hóast leiðslan í august 2013, og síðan fleiri ferðir staðiliga hevur víst Vinnumálaráðnum á, at stovnurin fær eitt hall á 4 mió. kr. í 2013

- váttar í Roknskapargóðkenningarskipanini RGS fleiri mánaðir á rað, at SSL fer at hava hall í 2013, uttan at taka neyðug stig og biðja um eykajáttan ella seta sparingar í verk

- ikki politiskt vil viðurkenna, at neyv fíggjarstýring í SSL gjørdi tað møguligt, at tað bar til í nóg góðari tíð, at fráboða Vinnumálaráðnum frá einum halli á 4 mió. kr., sum seinni vísti seg at gerast 4,3 mió. kr.

- boðar leiðsluni á SSL frá, á fundi fyrst í des. 2013 á Sjógøtu 5, Tvøroyri, at talan er um eina skerjing vegna eina sparing í fíggjarlógini 2013, sum leiðslan ikki hevur fingið loyvi at seta í verk, og lovar at finna eina loysn, men fáar dagar eftir, boðar leiðsluni á SSL frá, at tað verður ikki søkt um eykajáttan allíkavæl, og at leiðslan á SSL eina og aleina hevur ábyrgdina av hallinum, sum við vissu verður við árslok

- seinni fær vent eitt frávik á 400 tús.kr., millum fráboðaða hallið og endaliga uppgjørda hallið, til at ábyrgdin fyri fíggjarliga hallið liggur í SSL og ikki í Vinnumálaráðnum

- við hjálp frá grannskoðara, kastar alla skuld á leiðsluna á SSL. Ein grannskoðari, sum svíkur sína skyldu, við at lata Vinnumálaráði fáa ávirkan á grannskoðanina, so henda ikki kastar ljós á alt málið, og sum ger skeivar og misvísandi niðurstøður. Niðurstøður, sum margháttliga ganga ímóti niðurstøðunum, hjá stjóra og mest roynda løggilda grannskoðara í sama granskoðanarvirki.

Tað er Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, sum hevur ábyrgdina av Vinnumálaráðnum. Hann fráboðar á samgongufundi, at SSL fer at hava hall í 2013, og at tað ikki verður biðið um eykajáttan, hetta so leiðslan á SSL kann ábyrgdast fyri komandi hallinum.

17-11-2014