- Talan er um eftirrationalisering

- Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka, sigur Bjarni Djurholm og vísir til, at leiðslan og nevndin í FaroeJet hevur fulla ábyrgd fyri, at felagið ikki bar seg

Sosialurin hevur ringt til Bjarna Djurholm og biðið um viðmerkingar til lemjandi atfinningarnar móti honum frá Knút Lützen.
- Eg kann einans siga, at Knút og FaroeJet kendu allar fortreytir á føroyska loftøkinum frammanundan.
- Vit ætlaðu at privatisera 66 % av Atlantsflog, men tað var ikki undirtøka fyri tí á tinginum. Loftferðslumyndugleikarnir eru danskir, og tí er tað einki vit kunnu gera uttanum danskar myndugleikar.
- Pástandirnir hja Knút Lützen hava einki við veruleikan at gera. Nevndin roynir at leypa um garðin, har hann er lægstur. Hetta er eftirrationalisering. Tað er altíð lætt at rista skyldina á ein annan, sigur Bjarni, sum tó harmast um, at tað ikki gekst FaroeJet betri.
- Tað hevði tænt brúkaranum at fingið kapping.
- Tað er eyðsýnt, at nevndin í FaroeJet hevur eina aðra fatan av veruleikanum enn flestur onnur. Eg hefti meg við úttalilsini hjá einum flogskipara hjá FaroeJet (Oddmar á Høgabóli, blaðm.) um, at leiðslan hevur størsta partn av skyldini. Lat okkum bara kalla ein spaka fyri ein spaka, sigur Bjarni Djurholm at enda.