Átala príshækking hjá Strandferðsluni

Kommunurnar í Suðuroy mótmæla at prísirnir hjá Strandferðsluni hækka, tí tað er steinum oman á byrðu hjá útjaðaranum

Strandferðsla

Kommunurnar í Suðuroynni mótmæla nú alment, at prísirnir at flyta farm og ferðafólka til flutningi til útjaðarin
Í einum brævi, sum tær almannakunngjørdu í gjár, siga tær sjey kommunurnar í Suðuroy, at tær harliga átala ætlaðu príshækkingina hjá Strandferðsluni.
? Henda framferð kann ikki góðtakast og er als ikki í samsvari við fráboðaða útjaðarpolitikkin, sum skuldi stimbra undir vinnulívið og livikorini í útjaðarinum, so at hesin partur av Føroyum eisini kom upp í part og fekk nøkulunda somu møguleikar sum miðstaðarøki, siga kommurnar
Tær leggja afturat, at hendan kappingar avlagandi príshækking, sum skaðar vinnulív, ferðavinnu og livikorini annars í útjaðarinum, er sum steinur omaná byrðu hjá útjaðaranum.
Allar tær sjey kommurnar í Suðuroynni hava undirskrivað mótmælið. Tær eru: Sumbiar-, Vágs-, Porkeris -, Hovs -, Fámjins -, Tvøroyrar - og Hvalbiar Kommuna.
Eftir tí, sum er upplýst, fara prísirnir hjá Strandferðsluni at hækka eini 20% í summum førum. Eitt nú fer prísurin at flyta ein persónbil ímillum Havnina og Suðuroynna úr 120 krónum, sum hann kostar nú, upp í 144 krónur og vanligi ferðaseðilin fer at kosta einar 85 krónur afturímóti 70 krónum, sum hann kostar nú