Løgtingið hevur í dag havt endaligu viðgerðina av málinum um at byggja skúladepil í Marknagili í Havn fyri 391 milliónir krónur.
Hetta er størsta skúlasbygging í Føroya søgu og tí fall tað onkrum tinglimi fyri bróstið, at landsstýriskvinnan í mentamálum, sum varðar málinum, ikki var til staðar í Løgtinginum.
- Ein sum átalaði, at landsstýriskvinnan ikki var til staðar, var Anfinn Kallsberg úr Fòlkaflokkinum.
Hann tulkaði hetta sum um at hon ikki metti at málið hevði so stóran týdning, at tað var neyðugt at vera til staðar.
Úr Mentamálaráðnum verður upplýst, at hon er á føroyskari listaframsýning í Wien í Eysturíki.
Annars vóru tað fleiri tinglimir, sum átalaðu, at uppskotið frá landsstýriskvinnuni var alt ov illa fyrireikað og summi hildu enntá, at tað var so vánliga frágingið, at tað var als ikki búgvi at leggja fyri løgtingið yvirhøvur.
Millum tey, sum ikki hildu, at uppskotið var borðbært, vóru eisini partamenninir hjá landsstýriskvinnuni, Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen.
Rás2/Sosialurin royndi at ringja til landsstýriskvinnuna í morgun at fáa eina viðmerking, men hon var ikki at hitta.










